Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

SEV hevði Jokara

Í gomlu blaðgoymsluni finna vit eisini grein um SEV og ein áhugaverdan “Jokara”, ein fyrrverandi landsstýrismann, sum nú er deyður. Hann var við til at geva SEV loyvi til útbyggingina á Eiði í 1983, uttan mun til mótmælir. Sat síðani í yvirfriðingarnevndini

Greinin stóð í blaðnum í juli 1999, og talan var um Tórbjørn Poulsen, sum, hóast hann í landsstýrinum hevði givið loyvi til útbyggingina, samstundis var limur í yvirfriðingarnevndini, sum uttan undantak gav SEV blanco-kekk til alt.

Blaðið skrivaði tá eisini, at tað var uppaftur meira undrunarvert, og skelkandi, at táverandi sorinskrivari, Joen H. Andreassen, sum øll hesi árini, undantikið 1999, hevði sitið sum formaður í Yvirfriðingarnevndini, hevði sitið inni við hesi vitan um fyrrverandi landsstýrismannin, uttan at gera nakað, sum helst, og sum blaðið skrivaði setti hansara egna habilitet og trúvirði í vanda í teimum avgerðum, sum longu vóru tiknar av Yvirfriðingarnevndini í samband við útbyggingina norðuri á Eiði:

Eitt er hvat landsstýrið í 1983 samtykti, og Tórbjørn Poulsen eftirfylgjandi loftaði í Yvirfriðingarnevndini, annað er, at landsstýrið í 1995 undirskrivaði umhvørvissáttmála saman við øðrum Norðanlondum, sum bæði landsstýrið og Yvirfriðingarnevnd hevur brotið.

Á forsíðuni endar greinin við, at siga, at spurningurin er hvussu nógvar Jokarar SEV hevur havt at arbeiða fyri seg, og fólk verða biðin um at lesameira á síðu trý.

Í einari aðrari avdúking, var skrivað um ein biltryggingarstjóra, sum samstundis var varastjóri á Tryggingarsambandinum. Hesin hevði luttikið í einari samkomu tá tryggingar vóru lagdar saman. 

Tað var á veg heim frá hesari samkomuni, at stjórin rendi á bil í Hornabø, og varð sæddur rýma frá staðnum.

Í greinini stendur, at løgreglan fann stjóran í Syðradali á Streymoynni.

Greinin avdúkar, at stjórin er uppsagdur, men grundgevingin fyri uppsøgnini eru umleggingar, og “stjórin”, verður uppsagdur og sendur heim við trý ára løn. Ikki eitt orð um árenda bilin í Hornabø, og at hesin biltryggingarstjórin rýmdi og varð funnin aftur í Syðradal.

Í gomlu blaðgoymsluni finna vit eisini grein um SEV og ein áhugaverdan “Jokara”, ein fyrrverandi landsstýrismann, sum nú er deyður. Hann var við til at geva SEV loyvi til útbyggingina á Eiði í 1983, uttan mun til mótmælir.

Jólaknall á borðunum
Tað var 8. Desember 1999, at blaðið skrivaði um “Jólaknall á borðunum”. Hetta var um ta ferðina Fiskimálastýrið, sum tað tá varð nevnt, hevði jólaborðhald. Tað gekk vilt fyri seg, síggja vit í greinini fríggjadagin 8. Desember:

Í Klubbanum vóru ongar stongdar leiðir, friðingar ella avmarkingar, fríggjakvøldið. Skilligt var, at almenna harkaliðið hjá Jørgen Niclasen, sum “The Banditos” í einum italskum westernfilmi “in Live”, stendur í greinini:

Tað gekk so vilt fyri seg við borðið hjá Fiskimálastýrinum, at fleiri av teimum 300 gestunum, sum sóu klovnarnar “in action”, vóru á einum máli um, at var nakrantíð brúk fyri Vaktar & Bjargingartænastuni, so mátti tað vera nú...., og síðani kundu fólk lesa víðari á síðu 3.

BLAÐSAVNIÐ: www.tidarrit.fo