Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ari Johannesson, ráðgevi í elveitingarmálum á Jarðfeingi.

SEV heldur ongum upplýsingum aftur

Jarðfeingi hevur onga orsøk at halda, at SEV heldur upplýsingum aftur um, hvussu avskrivingarnar hjá felagnum hanga saman.

Hetta sigur Ari Johanneson, ráðgevi á Jarðfeingi, í skrivi til Dimmalætting í kvøld.

Orsøkin er grein í dagsins útgávu, har SEV verður lagt undir at halda upplýsingum aftur um, hvussu avskrivingarnar - við blaðsins egnu orðum - "eru skrúvaðar saman".

Sambært greinini hevur blaðið biðið Jarðfeingi (Elveitingareftirlitið) um hesar upplýsingar, men áðrenn tað læt seg gera, var neyðugt hjá stovninum at fáa nakrar upplýsingar frá SEV.

Av tí at "haðani er einki komið", er niðurstøðan hjá Dimmalætting, at "SEV heldur upplýsingum aftur".

Men hesum vísir Jarðfeingi aftur í skrivi til Dimmalætting, sum SEV hevur fingið avrit av.

Skrivið frá Jarðfeingi

Skrivið frá Jarðfeingi er soljóðandi:

Til:

Dimmalætting

Att.: Sveinur Tróndarson

Vísandi til grein í Dimmalætting í dag við yvirskriftini "Sev heldur upplýsingum aftur" og vísandi til telefonsamrøðu fyri løtu síðan, verður sagt frá, at Jarðfeingi hevur onga orsøk at halda, at SEV heldur upplýsingum aftur um, hvussu avskrivingarnar hjá felagnum hanga saman.

Tvørtur í móti er tað okkara fatan, at myndugleikin fær neyðuga taltilfarið fyri at málið kann lýsast út í æsir, og so skjótt taltilfarið er klárt at lata Dimmalætting verður tað útflýggjað, væntandi fyrst í komandi viku.

Eru spurningar er tú vælkomin at venda aftur.

Vinarliga

Ari Johanneson

ráðgevi