Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

SEV fær ikki áirnar á Selatrað

- Vit virða avgerðina hjá kommununi, og tekur bygdarráðið somu støðu sum bygginevndin, gera vit heldur ikki meira við hatta málið.

Tað sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, í eini viðmerking til avgerðina hjá bygginevndini hjá Sjóvar kommunu í kvøld um at mæla bygdarráðnum frá at geva elfelagnum loyvi til at víðka Eiði 2-verkætlanina til eisini at fevna um tær fýra áirnar á Selatrað, millum Blásenda fyri norðan og Gjógvará fyri sunnan.

Tað er ein samd bygginevnd, sum stendur aftanfyri tilmælið til bygdarráðið, ið fer at avgreiða málið á fundi mánakvøldið 26. september.

Bora suður til Veðranes

SEV er í løtuni í ferð við at bora ein 8,4 kilometrar langan tunnil frá Norðskála suður til Veðranes til tess at savna vatn úr áunum har til Eiðisverkið.

Komið er stívliga hálva leið við tunlinum, sum eftir ætlan skal takast í brúk fyrst í 2013.

Ynski frá umboðsráðnum

Upprunaliga ætlanin hjá táverandi umboðsráðnum í SEV var, at tunnilin skuldi ganga heilt suður til og við Gjógvará - og hetta góðtók eisini Yvirfriðingarnevndin.

Men Sjóvar kommuna segði sum byggimyndugleiki nei. Kommunan vildi bert toyggja seg til at lata áirnar frá og við Blásenda og norður ímóti Oyrarmarkinum til endamálið.

Grundgevingin fyri ikki at vilja lata hinar áirnar í bygdini var m.a., at smoltstøðin á Selatrað hevði brúk fyri vatninum í m.a. Sandá.

Nýggj roynd

Smoltstøðin hevur ikki verið virkin í fleiri ár, og nú tað er farið at líða væl við tunnilsarbeiðnum, gjørdi bygginevndin fyri Eiði 2 av at gera eina roynd aftrat at søkja kommununa um loyvi at leingja tunnilin suður til og við Gjógvará - men eftir øllum at døma við sama úrsliti sum fyrru ferð.

- Vit hava roynt tað, vit kundu at fáa framt upprunaliga ynskið hjá umboðsráðnum. Vit virða avgerðina hjá kommununi og gera sostatt ikki meira við hatta málið, sigur Hákun Djurhuus. Tunnilsarbeiðið suður til og við Blásenda heldur tó fram sum ætlað.

Tunnilin fer at útvega Eiðisverkinum 16,2 miljónir kilowattt-tímar aftrat av vatni.

Ein leinging av tunlinum suður til og við Gjógvará hevði tryggjað verkinum 4,4 miljónir kilowatt-tímar aftrat, men tað verður nú helst av ongum.