Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

SETUR.FO í nýggjum hami

Dan Klein --- 07.03.2017 - 07:13

Ver við til avdúkingina mikudagin 8. mars kl. 13.30 á tíðindafundi í Lestrarskrivstovuni, tá Fróðskaparsetur Føroya letur upp heimasíðu í nýggjum dagførdum sniði.

www.setur.fo er heimasíðan, har fólk kunna seg um Fróðskaparsetur Føroya, útbúgvingar og gransking á Setrinum og lesa tíðindi um Setrið ella onnur tíðindi, sum eru viðkomandi í Seturshøpi. Heimasíðan hevur leingi trongt til ábøtur og til at fáa eitt meira dagført snið. Hesum hevur verið arbeitt við nú eina tíð.

Mikudagin millum kl. 13.30 og 14.00 letur www.setur.fo upp í nýggjum hami. Tá verður skipað fyri einum stuttum tíðindafundi á Lestrarskrivstovuni, har snøggaða og endurnýggjaða síðan verður latin upp fyri almenninginum og innihaldið verður gjøgnumgingið fyri tíðindafólkum.
Elin Brimheim Heinesen, leiðari á Lestrarskrivstovuni, upplýsir, at tað leingi hevur verið eitt ynski hjá Setrinum at fáa eina betri heimasíðu. Ein arbeiðsbólkur gjørdi fyrireikingararbeiði og eitt uppskot til nýggjan bygnað, og í fjør heyst varð avgerð tikin um at seta ferð á heimasíðuarbeiðið.

– Í seinastuni hevur nógv orka verið løgd í arbeiðið við heimasíðuni, so hon kann verða liðug í góðari tíð, áðrenn fyrstu umsóknarfreistina fyri Kvotu 2 umsøkjarar, sum er 15. apríl. Frá dagførdu heimasíðuni verður møguligt at søkja lestrarpláss á Setrinum umvegis elektronisku upptøkuskipanina, sum verður latin upp samstundis sum heimasíðan, sigur Elin Brimheim Heinesen, ið hevur staðið fyri arbeiðinum við heimasíðuni.

Heimasíðubólkurin er mannaður av Elini Brimheim Heinesen, leiðara á Lestrarskrivstovuni, Poul Laust Christiansen frá PAC Consult Sp/f, sum hevur staðið fyri forritan, Hans Juul Hansen frá Festi Sp/f, ið hevur staðið fyri grafiska partinum, Sjúrði Ravnsfjall frá Námsvísindadeildini, Rannvá Dávadóttir og Ólavur Waag Høgnesen, bæði frá Lestrarskrivstovuni. Gudmund Helmsdal Nielsen og Sunva Eysturoy hava tikið myndirnar á síðuni. Harumframt hava onnur verið við í bólkinum, tá ið tørvur hevur verið á tí. Í fyrireikingarbólkinum sótu Anna Katrin Matras, Uni Árting og Tina K. Jakobsen.

Endurnýggjaða síðan verður almannakunngjørd mikudagin 8. mars millum kl. 13.30 og 14.00. 
Latið verður upp fyri heimasíðuni á tíðindafundi, sum byrjar kl. 13.30 á Lestrarskrivstovuni, sum er í J.C. Svabos gøtu 7 í Havn, har Elin Brimheim Heinesen fer at hava framløgu um innihaldið á síðuni. Stroymt verður eisini frá tiltakinum, so øll, sum hava áhuga í hesum, kunnu fylgja við á netinum.