Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Setið minstamark á tímatalið í dagstovnunum

Avtøka ella minking av egingjaldi á dagstovnaøkinum ger tað enn meira átrokandi at fáa sett minstamark á tímanormeringina á hvørjum einstøkum stovni. Tað ger Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag, vart við í hesi grein. 

Í hesum døgum síggja vit stórar kommunur við stórum ætlanum, millum annað um stórslignar matarætlanir og minking ella enntá avtøku av foreldragjaldinum á dagstovnaøkinum.

Vit í Pedagogfelagnum kunnu bert fegnast um, at dagstovnarnir eru í huganum hjá politikarunum, og sjálvur eri eg ikki í iva: matarskipanir og avtøka av egingjaldinum hjá foreldrunum kunnu avgjørt vera ein gongd leið. 

Men námsfrøðiliga sæð eru hesi átøk tó bert ein gongd leið, um tey eru heilhjartað og hugsað sum ein eyka íløga í børnini og barnafamiljurnar. Er hinvegin ætlanin, at strikaða egingjaldið ikki verður kompenserað fult út við aðrari játtan, so er avtøkan av gjaldinum ikki nøkur hjálp til barnafamiljurnar, men tvørturímóti ein vanlukka fyri bæði børn, foreldur og dagstovnar.

Meira fyri minni
Vit hava fyrr sæð, at lækkingar í stovnsgjaldinum í onkrum kommunum stutt eftir hava havt umfatandi sparingar á økinum við sær. Gongdin hevur verið, at meira skal fáast fyri minni, og einasti munagóði mátin at spara pengar úti á dagstovnunum er at minka um hendurnar, sum eru um børnini.

Færri hendur og øktar arbeiðsuppgávur – til dømis við einari møguligari matarskipan – merkja færri nærverandi vaksin. 

Føroya Pedagogfelag hevur fyrr umrøtt, at eitt minstamark eigur at vera fyri tímatalinum á hvørjum einstøkum dagstovni. Útmeldingarnar í hesum døgunum gera tað enn meira neyðugt at tryggja, at eitt minstamark – ein minimumsnormering – verður ásett við lóg. Tí annars er vandi fyri, at vælmeintar ætlanir um lækking ella avtøku av stovnsgjaldi og matarskipanir gera meira skaða enn gagn, tá saman um kemur.

Jógvan Philbrow 
formaður í Føroya Pedagogfelag