Setið ljóskastararnar á strategisk støð
Fíntmeska eftirlit innan mvg og skattaøki kunnu skaffa millum 100 og 200 mill. kr. til vega beinanvegin. Og hesar upphæddir kunnu nýtast til mong góð endamál.
Arbeiðs- og vinnuskapandi tiltøk kunnu fáa munagóðan stuðul, soleiðis at mong av okkara arbeiðsleysu kunnu koma í arbeiði aftur til ósigiliga gleði fyri mangar hart raktar familjur. Ímyndi tykkum børn, ið aftur kunnu luttaka í aktivitetum á jøvnum føti við javnaldrar, tí ráðini aftur eru til tess. Einar 2 - 3 mill. kr. kundu eisini verðið nýttar til at fáa arbeiðseftirlitið upp aftur á tað støðið, sum tað var á, áðrenn tað varð niðurskorið. Tað sker í hjarta at teinkja yvir, hvørjar ófatiligar sorgarleikir eitt ambuterað arbeiðseftirlit kann viðføra. Sorgarleikir, ið kundu verðið forhindraðir, um vilji og fígging høvdu havt fyrsta prioritet. Eg haldi ikki, at fyrigeving kann gevast fyri sorgarleikir, ið vit kundu verið fyriuttan, um rætt varð borið at. Og enn kunnu vit bera okkum rætt at. Góðu ábyrgdarar, taki avgerðir sum um tað er tykkara egnu, ið tit skulu verja.
Og peningur kundi verið settur av til eitt effektivt príseftirlit. Tí lítil og eingin ivi kann vera um, at príslegan í meðal mann liggja 10 - 20% omanfyri tað, ið rímuligt er. Sínámillum undirhondsavtalur seta kappingina úr kraft. Við einum effektivum príseftirliti, so høvdu familjurnar lættliga spart einar 3 - 500 kr. um mðr., og tað kann koma sera væl við hjá teimum, ið sita hart í tí, og tað eru tað tíverri mong, ið gera.
Annars kundi nakað av innkomna peninginum eisini farið til vælferðarendamál og/ella at minka um landskassahallið.
Og hóast teir høgraradikalu síggja út til at hava buktina og báðar endarnar í løtuni, og hóast vit vita, at teir eru myrkamenn, ið best trívast og virka í tí dulda og myrka har myrkursins gerningar verða framdir, so mugu vit vóna, vænta og biðja til at meginparturin av landspolitikkarunum, ið vanliga liva og virka í ljósinum, vilja virka fyri, at ljóskastarar verða settir upp á strategiskum og røttum støðum, so neyðug eftirlit kunnu røkja sínar uppgávur á fullgóðan hátt.
Og trúgv mær. Mong av teimum "smáu" vilja takka tykkum av fullum hjarta og huga og taka tykkum við í kvøldbønina við tøkk fyri vísta vælvild, ið ger mun.
Dagfinnur Danbjørg.