Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Setið ferð á útbjóðing av almennum tænastum

Vinnuhúsið:

Tað almenna eigur í størri mun at bjóða út almennar tænastur, so at privatar fyritøkur eisini kunnu bjóða seg fram at veita hesar tænastur. Hetta er púra vanligt í grannalondunum, av tí at privatar fyritøkur ofta kunnu veita tænasturnar bíligari enn tað almenna.

Spurningurin um at bjóða eina tænastu út til privatar veitarar at røkja fyri tað almenna er í stóran mun ein praktiskur spurningur. Tað snýr seg um, nær tað privata kann framleiða tænasturnar betri og/ella bíligari enn tað almenna, og hvussu tað almenna kann góðskutryggja tænasturnar, sum tað privata veitir. Tað er tí at fegnast um, at landið í farna árið kunngjørdi ein nýggjan innkeyps- og útboðspolitikk. Kjakið seinastu tíðina vísir tó, at tað er torført at taka stigið frá skilagóðum ætlanum á pappríinum til ítøkiligar útbjóðingar av almennum tænastum.

Hvørja ferð kjakast verður um útbjóðing av almennum tænastum, fer kjakið rættiliga skjótt av sporinum. Tað verður oftast gjørt til ein ideologiskan spurning um fyri ella ímóti tí privata. Millum annað verður ført fram, at av tí at tað privata skal hava ein vinning, kann tað privata ongantíð veita eina tænastu bíligari enn tað almenna. Øll, sum hava fylgt gongdina í grannalondunum, vita, at hetta er ikki rætt. Privatar fyritøkur kunnu gagnnýta stórrakstrarfyrimunir, og eru ofta skjótari at taka við nýggjari tøkni og mannagongdum, sum effektivisera tænastuveitingina. Privatar fyritøkur kunnu tí ofta veita eina tænastu bíligari enn tað almenna sjálvt kann, hóast fyritøkan eisini skal hava ein vinning.

Tað løgna í kjakinum um almenna útbjóðing er, at tá tað snýr seg um vørur, eru øll samd um at keypa hesar frá privatum veitarum. Tær matvørur, sum hvønn dag vera borðreiddar á landsins stovnum, eru so at siga allar framleiddar av og keyptar frá privatum veitarum. Og eingin setur nakað spurnartekin við hetta og krevur, at tað almenna dyrkar sítt egna grønmeti. Men tá so onkur dittar sær at hugsa tankan, at møguliga kundi ein privatur veitari umframt at levera rávørurnar eisini tilgjørt hesar matvørur fyri teir almennu stovnarnar, endar tað ofta í einum ideologiskum orðadrátti, hóast tað átti at verið ein praktiskur spurningur.

Tá tað almenna bjóðar eina tænastu út, er tað framvegis tað almenna sum hevur ábyrgdina av tænastuni og tænastustøðinum, men privatir veitarar kunnu veita tænastuna fyri tað almenna eftir teimum treytum, sum tað almenna setir. Tað er tí ikki rætt, tá tað verður ført fram, at ein útbjóðing fer at hava við sær, at fólk framyvir framyvir skulu gjalda fyri tænastuna. Tað almenna setir treytirnar fyri ta tænastu, sum skal útveitast, og rindar eisini fyri hana. Tað er einans ein spurningur, um tað almenna sjálvt skal hava fólk í starvi, ella um tað eru starvsfólk hjá einum privatum veitara, sum skulu veita tænastuna. Ein praktiskur spurningur.

Tær tænastur, sum liggja mest ræðið fyri at bjóða út, eru serliga tær tænastur, har tað er lutfalsliga lætt at áseta góðskutreytirnar, og har tað er lutfalisga lætt at hava eftirlit við, at privati veitarin heldur ta ásettu góðskuna.

Okkara grannalond hava í nógv ár bjóðað út almennar tænastur, og útbjóðingarnar økjast í vavi. Í fyrstani varð mest bjóðað út innan tað tekniska økið, so sum víðlikahald og flutningsuppgávur, tí tað er lættari at áseta góðskukrøvini og hava eftirlit við at tey vera hildin. So hvørt sum almennu stovnarnir hava ment førleikan at bjóða út, hava útbjóðingarnar flutt seg yvir til onnur øki eisini, herundir tað sosiala. Soleiðis verður eitt nú raksturin av barnagørðum og eldrasambýlum boðin út til privat, oftast við góðum úrsliti.

Tað er tí eingin orsøk til at ræðast útboð av almennum tænastum. Royndir aðrastaðni vísa, at um fyrireikingararbeiðið er gjørt til lítar, ber til at lata privatar fyritøkur røkja almennar tænastur bíligari og við meira nøgdum brúkarum, enn um tað almenna sjálvt veitti tænasturnar. Tað er tíð uppá, at vit eisini í Føroyum koma úr skotgrøvunum, og byrja at hugsa praktiskt um útbjóðing av almennum tænastum, samfelagnum at gagni.