Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Setanarrøða ársins leiðaradagur 2012

Góðu áhoyrarar, góðu leiðarar og fyriskiparar.

Tað var mær ein stórur heiður at taka ímóti tilnevningini sum ársins leiðari í fjør.

Sum politiskur leiðari eri eg vanur við javnan at skula vigast og veljast fyri tað, sum eg avriki. Men tað var kortini ein serstøk kensla at verða vigaður og valdur av øðrum leiðarum fyri leiðaragerningin og ta leiðslu, sum eg havi útint.

Sum ovasti leiðari fært tú sjáldan afturmeldingar fyri tað, sum tú avrikar – ella fyri tað, sum tú stendur fyri. Tí gevur ein slíkur heiður ikki bara eina góða kenslu, men eisini eina ábending um, at man ið hvussu so er fyri ein part er á rættari leið – ikki bara sum politikari, men eisini sum leiðari.

--

Sum borgarstjóri eri eg ovasti politiski leiðari og ovasti fyrisitingarligi leiðari í kommununi. At vera politikkari og leiðari líkist á mangan hátt. Fyrst og fremst snýr tað seg í báðum førum um at fáa fólkið við tær.

Skal tað eydnast, er neyðugt at hava ein dreym – at hava nøkur mál, sum man brennur fyri, tí málini eru røtt, viðkomandi og neyðug. Tað er tað, sum eg meti skal dríva hugin, fanga onnur og geva tær sum leiðara neyðuga stuðulin til í felag at skapa tey góðu úrslitini.

Vit skulu heldur ikki gloyma, at leiðarar hava makt. Gaman í, maktin hevur síni mørk, men tað skerst ikki burtur, at allir leiðarar, um teir eru toppleiðarar ella millumleiðarar, hava makt. Makt til at taka avgerðir, makt til at broyta og makt til bara at lata standa til.

Ábyrgdin hjá leiðaranum er at skapa sítt egna leiðslurúm og at brúka tað.

--

Í mínum politiska lívi havi eg lært, hvussu stóran týdning tað hevur at skapa tey neyðugu samstørvini – ikki bara við aðrar politikkarar, men eisini við áhugabólkar í samfelagnum, felagsskapir og borgarar.

At vera leiðari kann stundum kennast einsamalt, og tí er altavgerandi, at leiðarin dugur at skapa sær sambond og samstørv – stutt sagt at netverka, har hann kann geva og taka ímóti, har hann kann kveikja onnur og verða kveiktur av royndum og vitan, ið onnur hava.

Sum leiðari er somuleiðis avgerandi at hava starvsfólkini við sær. Leiðarin er ikki altvitandi – í øllum førum ikki longur. Nú er leiðsla eitt fak í sjálvum sær, men tann góði leiðarin brúkar alla ta ráðgeving, hann yvirhøvur kann fáa hendur á til at útinnna sín leiðslugerning.

Á henda hátt vinnur leiðarin eisini loyalitetin millum starvsfólkini. Tað kann væl vera, at leiðslur hava eitt krav uppá loyalitet frá sínum starvsfólkum, men veruligur loyalitetur kemur ikki av sær sjálvum bara tí vit eru leiðarar, men tí at vit gjøgnum okkara leiðslu hava uppiborið loyalitetin.

Tað gera vit fyrst og fremst við at vera greið í okkara málum, samstundis sum vit ikki blúgvast við at taka ímóti tí velduga innliti, sum fólkini, sum vit hava rundanum okkum og undir okkum, kunnu geva okkum. Tað er galdandi bæði í politikki og í leiðslu.

Avgerðina og ábyrgdina eigur tó leiðarin, og tí er hetta eisini ein spurningur um hava dirvi og at tora at taka kjansir. ** Ja, leiðsla er eisini at tora. Tora at ganga á odda og tora at gera feilir. At ganga á odda er eisini at duga at vita, nær rætta løtan er at seta tiltøk í verk, ella um tað heldur er vert at drála eina løtu, til tíðin er meira búgvin.

--

Til staðar í dag eru leiðarar bæði í tí privata og tí almenna. Vinnulívið, myndugleikar, stovnar og felagsskapir. Fyri meg hevur tað stóran týdning at fáa sagt, at leiðarar hava eina serliga uppgávu og ábyrgd, ið eisini røkkur útum tað, vit eru sett til at leiða.

Vit vita øll, at føroyska samfelagið stendur fyri risa avbjóðingum í hesum tíðum. Vaksandi fráflytingin av unga fólkinum og arbeiðsloysið eru bert tvey álvarsom tekin um eitt samfelag í afturgongd. Ein afturgongd, sum verður trupul at venda, verða ikki stór tøk tikin.

Her hava vit leiðarar – sum hópur og sum einstaklingar, eina stóra samfelagsliga skyldu at røkja.

Politikkarar hava eins lítið og vit leiðarar brúk fyri ryggklapparum. Ryggklapparar flyta einki. Ryggklapparar bert tøla.

Politikkarar og leiðarar hava hinvegin brúk fyri mótspæli, sakligari og fakligari vitan og ítøkiligum uppskotum við framhyggjandi loysnum, so at samfelagið kann mennast og verða betri at virka og liva í hjá øllum fólkum og bólkum.

So leiðarar! Tit hava makt og tit hava ávirkan. Tit skulu ikki halda tykkum aftur í at gera tykkara ávirkan galdandi og vísa andlit. Tvørturímóti, føroyska samfelagið hevur ongantíð meira enn nú brúk fyri leiðarum, sum hava dirvi og tora at bjóða sjónarmiðum av, so at grundarlagið, ið avgerðirnar verða tiknar á, gerast breiðari og betri.

Hetta er okkara beinleiðis skylda.

Synergi hevur givið okkum við hesum leiðaradøgum nógvar møguleikar at mennast, sum leiðarar. Hetta gevur føroyska samfelagnum íblástur og meirvitan. Soleiðis fáa vit eitt betri samfelag, betri fyritøkur og glaðari og enn meira eldhugað starvsfólk.

Karmanir eru góðir, við nógvum góðum upplivingum, gestarøðara, verkstovur og góð orð frá nógvum góðum talarum, sum geva sítt innlit frá dagligdegnum í okkara samfelag.

Nú havi eg ikki nevnt góðan mat, drekka og góða tænastu, men hetta er nakað, sum vit eisini frøðast um.

Í kvøld verður afterparty í Müllers pakkhúsi, og eg fegnist um, at Tórshavnar kommuna á henda hátt kann bjóða leiðarum úr øllum landinum á gátt til samveru og netverkan í sermerkta og hugnaliga umhvørvinum í og kring Müllers Pakkhús.

Til Synergi vil eg at enda siga, at aftur í ár hava tit megnað at sett saman eina sera spennandi og kveikjandi skrá fyri okkum leiðarum.

Hetta, at leiðarar eina ferð um árið hittast um viðkomandi evni, práta og læra hvør av øðrum, hevur so sera stóran týdning.

Ikki minni týdning hevur tað, at fokus verður sett á leiðslu – at halda leiðsluuppgávurnar fram sum nakað serligt, sum er nógv vert, og sum kann menna bæði hin einstaka og samfelagið.

Tí eri eg takksamur fyri, at Synergi skapar hetta høvið fyri okkum. Takk skulu tit hava fyri tað!

Við hesum orðum seti eg leiðaradagin 2012.

Og ynski øllum ein góðan leiðaradag.

Heðin Mortensen

borgarstjóri