Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Seta røttu spurningarnar og vísa á gongdar leiðir

Poul Michelsen, løgtingsmaður, hevur sett skrivligan fyrispurning til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann: Viðvíkjandi Vágatunlinum og Norðoyatun- linum

1. Eru løgtingslógirnar um fast samband um Vestmannasund og um Leirvíksfjørð avtiknar?

2. Um ikki - er so ætlanin at avtaka lógirnar í næstum?

3. Um lógirnar framhaldandi skulu virka - hvat er so ætlanin at brúka partapeningin upp á tilsamans kr. 395 mió. til?

4. Er hesin peningur partur av samlaða tunnilspakkanum hjá samgonguni?

Viðmerkingar

Meðan vit bíða eftir, at Skálafjarðartunnilin skal koma burtur úr skapta hurlivasanum, kundi eg hugsað mær at fingið at vita frá løgmanni, hvar Vágatunnilin og Norðoyartunnilin eru í tunnilspakkanum.

Bæði Vága- og Norðoyartunnilin hava sína heimild í løgtingslóg. Lógin loyvir tveimum partafeløgum - sum landið eigur allan partapeningin í - at byggja, reka og forrenta tunlarnar. Partafeløgini fáa rætt til at krevja tunnilsgjald fyri at afturgjalda útveganarkostnaðin.

Tá útveganarkostnaðurin er goldin, skulu tunlarnir uttan viðurlag handast landinum til ognar. Útveganarkostnaðurin er fíggjaður við partapeningi og við lántøku.

Í lógunum um Vágatunnilin og Norðoyartunnilin stendur m.a.:

Løgtingslóg nr. 6. frá 8. februar 2000 um fast samband um vestmannasund

”§ 1. P/F Vágatunnilin, (skr.nr. 2809/1998) fær rætt til vega,- brúgva- og tunnilsgerð millum Streymoynna og Vágarnar um Vestmannasund og ognarrætt til lidna tunnilin við tilhoyrandi brúgvum og vegi.

Stk. 2. …

Stk. 3. …

Stk. 4. Tá útveganarkostnaðurin er fult afturgoldin, og P/F Vágatunnilin stendur sum eigari, verður alt anleggið, uttan viðurlag, avhendað landinum til ognar.

§ 7. ...

Stk. 2. Við útveganarkostnaði skilst tær samlaðu byggiútreiðslunar til vegir, brúgvar og tunnilsgerð v.m.”

Løgtingslóg nr. 33. frá 26. mars 2002 um fast samband um leirvíksfjørð, seinast broytt við løgtingslóg nr. 7 frá 27. februar 2006.

“§ 1. P/F Norðoyatunnilin, stovnað við heimild í løgtingslóg nr. 168 frá 21. desember 2001 um stovnan av partafelagi at gera fast samband um Leirvíksfjørð, fær rætt til vega- og tunnilsgerð millum Eysturoy og Borðoy og ognarrætt til lidna tunnilin við tilhoyrandi vegi.

Stk. 2. ...

Stk. 3. Tá útveganarkostnaðurin er fult afturgoldin, og P/F Norðoyatunnilin stendur sum eigari, verður alt anleggið uttan viðurlag avhendað landinum til ognar.

§ 5. ...

Stk. 2. Við útveganarkostnaði skilst tær samlaðu byggiútreiðslurnar til vegir og tunnilsgerð v.m.”

Restlánið í Vágatunlinum er sambært roknskapin fyri 2012 kr. 17,7 mió. og í Norðoyartunlinum kr. 59,2 mió. Í næstum eru lánini afturgoldin, og so skulu tunnilsfeløgini til at afturgjalda partapeningin upp á tilsamans kr. 395,3 mió. til landskassan. Partapeningurin í Vágatunlinum er kr. 160,3 mió. og í Norðoyartunlinum kr. 235 mió.

Tað hoyrist nú frá ávísum politikarum, at tað ikki er ætlanin, at tunnilsfeløgini skulu afturgjalda allan útveganarkostnaðin, men bert tann partin, sum lánini umboða, og at onki tunnilsgjald tá verður tikið fyri farleiðirnar Vágar og Norðoyggjar.

Tað er hóskandi at fáa hetta upplýst soleiðis, at vit – sum bara undrast og hyggja at – fáa ein møguleika at arbeiða við tunnilsætlanunum, seta røttu spurningarnar og vísa á gongdar leiðir.

Tískil verða hesir spurningar settir løgmanni.

Á Løgtingi, 2. august 2013

Poul Michelsen

løgtingsmaður