Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Set nú brúkaran í miðdepilin

Stjóraskiftið í Atlantsflogi snýr seg hvørki um turbulens millum nevndarformann og stjóra ella um tað ræðuliga, at ein danskari nú skal stýra felagnum í eitt ár ella tvey - málið snýr seg um at brúka stjóraskiftið til at seta brúkaran í miðdepilin

Í kjalarvørrinum av stjóraskiftinum í Atlantsflogi er orðaskiftið fyri ein part farið av sporinum.

Tað er farið at snúgva seg um eina konflikt millum nevndarformann og stjóra. Um at tað er synd í fráfarna stjóranum. Um eitt ov stórt gylt lógvatak. Um hvussu ræðuligt tað er, at ein danskari er settur at stýra í einari skiftistíð. Og so framvegis.

Hóast hesir spurningar kunnu tykjast áhugaverdir fyri mong, eigur fokus at liggja heilt aðrastaðni: hjá brúkaranum!

Nú nýggj leiðsla er sett, og nevndin arbeiðir við nýggjari strategi, er eitt gylt høvi at gera tað einasta rætta: at taka útgangsstøði í vanliga føroyska brúkaranum!

Brúkarin hevur ein - og bert ein - høvuðsáhuga, og tað er at kunna ferðast millum Føroyar og umheimin so bíliga, ómakaleyst og trygt sum møguligt.

Alt annað kemur í aðru røð.

Alt ov leingi hevur tað verið alt ov kostnaðarmikið at sett seg í flogførini hjá Atlantsflogi, tí prísirnir hava verið himmalhøgir. Tann tíðin eigur at vera farin nú.

Atlantsflog varð sett í verðina fyri at gera tað bíligari hjá vanliga føroyinginum og føroyskum fyritøkum at flúgva út og heim. Nú má vendast aftur til hetta kjarnuvirðið, ið má vera berandi í nýggju strategiini hjá felagnum.

Tað ber snøgt sagt ikki til, at einasta flogfelag, ið flýgur upp á Føroyar, skal vera fløskuhálsur og forðing fyri menning av okkara samfelag.

Lagaliga løtan er nú, og hana eigur nevndin í felagnum at brúka til fyrimuns fyri brúkaran.

Landsstýrið kundi, sum høvuðspartaeigari, givið nevndini eina ábending um tað sama.

Edmund Joensen

fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin

www.edmundjoensen.fo