Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Serskipan til teirra við útlendskum arbeiðsgevara og útlendskum eftirlønarskipanum

Landsstýrið arbeiðir við eini serskipan til teirra, sum hava útlendskan arbeiðsgevara og hava sína eftirløn hjá útlendskum eftirlønarveitara. Við serligu skipanini kunnu hesi, undir ávísum treytum, halda fram við at rinda skatt av eftirlønini við útgjald, í staðin fyri við inngjald.

Serliga skipanin verður gjørd, tí tað er greitt, at fleiri av teimum, ið bæði hava útlendskan arbeiðsgevara og útlendska eftirlønaruppsparing, ikki hava fingið tillagað síni eftirlønarviðurskifti til at taka hædd fyri føroysku lógarásetingini um skatting av eftirløn við inngjald.

TAKS hevur ongan myndugleika yvir útlendskum arbeiðsgevarum ella útlendskum pensjónsfeløgum og kann tí ikki áleggja teimum at fylgja ásetingunum í Rentutryggingarlógini.

Eftir at lógarásetingin um skatting av eftirlønum við inngjald, frá 1. juli 2012 eisini fer at fevna um útlendskar eftirlønarskipanir, kundu hesir persónar komið í vanda fyri at fáa eina stóra eyka skattarokning. Eisini kundu teir, í ringasta føri, komið út fyri, at teirra eftirløn varð skattað tvær ferðir.

Landstýrið arbeiðir tí við eini serskipan, sum hesir kunnu velja.

Ikki ein skattafyrimunur

Um persónar velja serskipanina, hevur tað við sær, at fyri kapitalpensjón, sum er inngoldin eftir 1. Juli 2012, verður kravt eitt avgjald á 45% í sambandi við útgjald. Hetta avgjaldið er hægri enn tey 40%, sum annars verða kravd, um eftirlønin verða skattað við inngjald. Fyri annað slag av pensjón, koma hesi at rinda vanligan inntøkuskatt, tá ið eftirlønin verður útgoldin.

Serliga skipanin krevur eina broyting í Rentutryggingarlógini, og verður hendan broyting løgd fyri Løgtingið eftir Ólavsøku.