Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Serfrøðin prostituerað seg sjálva

Við at luttaka í politiskari kravgongu hjá teimum, sum rópa harðast, hevur serfrøðin gjørt seg samseka í heksajakstran og at gera gjøldur við løgmanni og einum landsstýrismanni, bara tí hann hevur klárað tað, sum aðrir undan honum ikki hava klárað. Í hesum er serfrøðin væl stuðlað av ”óhefta” tíðindaflutninginum hjá almenna Kringvarpinum. Kann nakar eftir hetta taka ”serfrøðina” í álvara?

Leygardagin luttóku 28 fakfeløg í politiskt fyriskipaðari mótmælisgongu. Harímillum vóru Verkfrøðingafelagið, sum eg sjálvur eri limur í, og Búskapar- og Løgfrøðingafelagið, sum sigur seg umboða flestu alment ansettu starvsfólkini. Bæði feløgini siga seg saman við øðrum luttakandi feløgum umboða serfrøðina í landinum.

Men við at hava luttikið og ikki seinni boða frá, at tey taka frástøðu frá tí, sum sambært fjølmiðlunum kom framm á mótmælistiltakinum, gera tey seg samsek í heksajakstran og at gera gjøldur við løgmanni og einum landsstýrismanni, bara tí hann við eini heimild fyrst frá 24 tingfólkum í 2010, síðan staðfest aðruferð frá 25 tingfólkum við lógarbroyting í 2011, triðjuferð í játtanarkarmum fyri 2013, fjórðu ferð í fíggjarløgtingslóg fyri 2013 og fimtu ferð í játtanarkarmum fyri 2014, hevur megnað at gjørt sáttmálauppskot um bygging av Skálafjarðartunlinum.

Nevndu feløg og onnur við siga seg ikki verða hoyrd, tí politiski myndugleikin ikki ger, so sum hesi feløg vilja hava myndugleikan at gera. Men hvussu kann ein politiskur myndugleiki taka hesi feløg og limir tess í álvara, tá ið tey nú hava víst sítt veruliga andlit: partapolitisk ávirkað serfrøði!

Veit ikki um Fiskimannafelagið luttók í mótmælisgonguni, men tess umboð vóru í hvussu so er sera ivasom um rættleikan í at luttaka í tiltakinum. Hetta hevur eftir øllum at døma ikki komið Verkfrøðingafelagnum ella Búskapar- og Løgfrøðingafelagnum til hugs.

Hvør kann framyvir taka ”serfrøðina” í álvara?

Johan Petersen