Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Serfrøði í SEV-nevndina

Nevndin í SEV skjýtur upp at gera eina nýggja skipan fyri nevndarval, sum letur upp fyri møguleikanum at fáa fleiri serfrøðingar í nevndina. Uppskotið varð viðgjørt á óformligum eigarafundi fyrrapartin.

Tíðindaskriv:

Umboð fyri eigararnar í SEV – t.e. kommunurnar – savnaðust í Müllers Pakkhúsi fyrrapartin at viðgera ein nýggjan leist fyri nevndarval. Endamálið við uppskotinum frá nevndini sjálvari er at fáa størri fjølbroytni og meira serfrøði í nevndina í SEV, sum vanliga bert verður mannað við kommunupolitikarum.

SEV er lutafelag, har kommunurnar í sjey økjum í Føroyum velja sítt umboð í nevndina. Seinastu 10 árini hevur mangan verið róð uppundir at skipa elfelagið meira eftir einum partafelagslíknandi leisti. Fyrsta stigið varð tikið, tá ið umboðsnevndin, sum taldi umleið 70 fólk, varð tikin av í 2008. Tá vórðu árligu umboðsnevndarfundirnir broyttir til aðalfundir, og SEV-stýrið broytti heiti til nevnd, har tó bert kommunupolitikarar framvegis tóku sæti.

Nevndin í SEV heldur, at stundin er komin at fara eitt stig víðari og lata upp fyri møguleikanum at fáa størri fjølbroytni og serfrøði í SEV-nevndina, sum verður vald fjórða hvørt ár, eftir at kommunuval hevur verið. Sambært uppskotinum vera framvegis sjey limir í nevndini.

Nevndin skjýtur upp, at ein tilráðingarbólkur verður settur at meta um førleikarnar hjá nevndarlimum, sum kunnu verða viðkomandi og góðir at hava í nevndini í SEV. Tilráðingarbólkurin letur aðalfundinum sítt uppskot, tá ið nevndarval er á skránni fjórða hvørt ár og annars eftir tørvi. Tilráðingarbólkurin ger tilmæli um nevndarlim og varalim fyri hvørt øki sær, eins og bólkurin eisini leggur fram uppskot um nevndarsamsýning.

Tilráðingarbólkurin skal grunda tilmælið á, at nevndin sum heild hevur royndir innan nevndararbeiði og leiðslu, og at nevndarlimirnir harumframt hava innlit í vinnulív, fíggjarlig viðurskifti og elveitingarøkið – harundir teknisk viðurskifti og brúkara- og samfelagsviðurskifti.

Tilráðingarbólkurin skal hoyra tey sjey kommunuøkini, tá ið bólkurin fyrireikar síni tilmælir at leggja fyri aðalfundin.

Aðalfundurin velur tilráðingarbólkin, sum sambært uppskotinum skal hava tríggjar limir. Bólkurin arbeiðir eftir einum arbeiðssetningi, sum aðalfundurin hevur samtykt. Aðalfundurin ásetir eisini samsýningina til tilráðingarbólkin.

Kommunurnar tóku væl ímóti uppskotinum á fundinum í dag, og nevndin fer nú at tilevna málið til eitt uppskot til viðtøkubroytingar og arbeiðssetning, sum verður lagt fyri ein komandi aðalfund. Nýggja skipanin skal ætlandi koma í gildi í seinasta lagi tann 1. januar 2017, soleiðis at skipanin virkar, tá ið kommunuval hevur verið næstu ferð, og harvið regluligt nevndarval aftur er á skránni í SEV. Elfelagið SEV er interkommunalur felagsskapur, og tí er tað ein treyt, at landsstýrið góðkennir nýggju skipanina, áðrenn hon verður sett í gildi.

Tey sjey kommunuøkini í SEV eru býtt eftir sýslum. Vága, Streymoyar, Eysturoyar, Norðoya og Sandoyar sýslur velja hvør sín lim í nevndina. Suðuroyggin velur ein lim, og Tórshavnar kommuna velur ein lim í nevndina.