Sera stórur áhugi fyri miðbýnum
Selmar Nielsen frá teknistovuni SNA sigur við Norðlýsið, at væl omanfyri 50 ymisk uppskot eru komin til arkitektakappingina um miðbýin í Klaksvík. Flestu uppskotini eru úr útlandinum, úr Evropa, Asia og USA.
Í seinastu viku fór freistin fyri at lata inn uppskot til arkitektakappingina um nýggjan miðbý í Klaksvík, sum Klaksvíkar Kommuna skipar fyri. Teknistovan SNA hevur samskipað kappingina, og Selmar Nielsen sigur, at áhugin hevur verið sera stórur - serliga úr útlandinum.
- Vit hava havt omanfyri 300 fyrispurningar, og higartil eru væl omanfyri 50 uppskot komin inn, sigur Selmar Nielsen við Norðlýsið.
- Tað ganga nakrir dagar, áðrenn seinastu uppskotini eru komin okkum í hendi, og í næstu viku fara dómarar so at meta um ymisku uppskotini.
- Tað eru fleiri føroysk uppskot, men meginparturin av uppskotunum koma úr útlandinum, og tað eru teknistovur í Evropa, Asia og USA, sum hava sent inn.
- Tá ið vinnarar eru funnir, verður ein stór framsýning við øllum uppskotunum, men nær hon verður, er eitt sindur ógreitt í løtuni, men seinni í hesum mánaðinum verður úrskurðurin hjá dómarunum kunngjørdur, upplýsir Selmar Nielsen frá arkitektafyritøkuni SNA, ið vegna kommununa skipar fyri hesari kappingini.
Kelda: www.klaksvik.fo