Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sera spennandi kunningarferð í Esbjerg

Umboð fyri Tórshavnar kommunu eru í løtuni á kunningarferð í Esbjerg, har ein avbera spennandi samstarvsavtala verður undirskrivað nú í morgun.

Í gjárkvøldið vóru umboðini úr Havn gestir hjá Esbjerg kommunu og í dag byrjar veruliga skráin, sum er sera umfatandi.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, takkaði undir eini stuttari røðu undir borðhaldinum í gjárkvøldið fyri avbera góða móttøku og tað sera góða programmið, sum Esbjerg kommuna hevði lagt fyri vitjanina.

Síðan vísti hann á, hvussu nógv Havnin og Esbjerg hava til felags, fyrst og fremst hetta at hava tilknýtið til havið sum part av sínum samleika, og sum grundarlag undir stórum parti av vinnuútviklinginum. Hartil eru søguligu bondini og mongu sjómennirnir, sum eru útbúnir í Esbjerg og hava búð í býnum í áravís.

- Tilknýtið til havnina og havið er ein stórur partur av okkara samleika og hevur havt stóran týdning fyri fíggjarligu menningina í báðum kommununum.

Heðin vísti á, at seinnu árini eru nógvir føroyingar, ið hava arbeitt hjá fyritøkum í Esbjerg, ið hava tilknýti til oljuvinnuna. Hetta hevur ment seg til “hjúnaløg” av fleiri sløgum, eitt nú blandað føroysk-esbjergsk reiðarí og hjúnaløg millum esbjergensarar og føroyingar, ið hava valt at búseta seg har.

- Hetta kann ljóða, sum at hesi sambond bara hava verið til tykkara fyrimun, segði Heðin Mortensen í røðuni. – Men vit hava í veruleikanum fingið eina rúgvu av serfrøði heim til Føroya gjøgnum hesi sambond. Tí er tað kanska løgið, at vit ikki langtsíðan hava etablerað eitt samstarv sum hetta, tí tað fer heilt vist at føra enn meira virksemi við sær.

- Samstarvsavtalan, vit fara at undirskriva í dag, sum bæði býráð hava samtykt, gevur ríkar møguleikar fyri samstarv innan konkret øki sum offshore, ferðavinnu, vinnumenning, gransking og útbúgving.

- Vit politikkarar kunnu taka initiativ til at etablera hesi sambond og samtykkja rammurnar, men nú verður tað upp til okkara dugnaligu embætisfólk at fylla karmarnar við nøkrum konkretum, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, í røðuni í gjárkvøldið.

At enda takkaði hann borgarstjóranum í Esbjerg, Johnny Søtrup, fyri, at tað var hann, sum upprunaliga tók initiativið til hetta samarbeiðið og vitjaði saman við embætisfólki í Føroyum í vár.

Við á kunningarferðini, sum varar til og við hósdegnum, eru Heðin Mortenen, borgarstjóri, býráðslimirnir Sjúrður Olsen, Jákup Símun Simonsen, Annfinn Brekkstein og Elin Lindenskov. Harumframt eru Ingibjørg Berg, kommunustjóri, Jákup Egholm Hansen, tekniskur stjóri, Jónsvein Lamhauge, havnarfúti, Mikael Viderø, býararktitektur, og Jákup Simonsen, mentadeildarleiðari.