Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sera gott ár hjá Bókasavninum við Løkin

Samstørv, fjølbroytni og sjónligheit lýsa tríggjar høvuðstættir í virkseminum hjá Bókasavninum við Løkin í Runavík tað farna árið. Bókasavnið læt upp fyri almenninginum í august 2012 og hevur tískil knapt hálvt annað ár á baki undir núverandi snotiligu umstøðum. Meta vit farna árið í mun til settu málini, so eru vit sera væl nøgd, sigur Svend Højgaard, leiðari.

Frá byrjan av vóru avbjóðingarnar m.a. at skipa samstarvið millum skúla- og fólkabókasavn, sum húsast í somu hølum. Við góðum vilja og hugburði frá øllum partum hevur hetta eydnast sera væl. Síðani vóru serliga trý mál sett fyri fólkabókasavnið. Eitt var at skapa sambond og samstørv við feløg, stovnar og aðrar aktørar bæði lokalt og víða um. Annað var at gera bókasavnsvirksemið viðkomandi fyri ein so breiðan skara sum gjørligt. Og triðja var at gera vart við, at vit vóru til, og hvønn leiklut vit kundu átaka okkum sum stovnur í mun til tann einstaka og lokalsamfelagið.

Samstørv um fjølbroytt tiltøk við mentan og vitan

Vit hava fingið sambond og samstørv við ein hóp av fólki, stovnum og feløgum. Lokalt hava vit m.a. samstarvað við fyriskipararnar av mentanarvikuni í Runavík, Løkshøll og Kunningarstovuna. Eysturoyar dansifelag og Bygdasavnið Forni hava gjørt hvør sítt tiltak við framsýning, fyrilestrum og hugnakvøldi á bókasavninum. Kunningarstovan hevði jólatiltak. Bókaframløgur hava verið hjá Jens Martin Knudsen (Maðurin við topphúgvuni), Edmund W. Joensen (Kalt kaffi) og Páll Kunoy (Gingu burtur somu nátt).

Eisini hava vit knýtt sambond út um kommunumarkið. Lesiringar eru stovnaðir á heysti 2013 í samstarvi við Bókasavnið í Nes kommunu. Samanlagt eini 30 luttakarar býttir í tríggjar lesiringar, sum halda fram í 2014. Forløgini Sprotin og Vencil hava havt hvør sítt bókmentakvøld í mentanarvikuni í 2012 og 2013. Samstarvið við Norðurlandahúsið hevur verið serstakliga áhugavert. Vit fingu eitt frásøgutiltak, Sesam Sesam, og eina sermerkta framsýning við 5 bingjum, sum stóðu uttanfyri bókasavnið eina tíð. Eisini hava vit fingið eitt trýparta samstarv við Løkshøll og Norðurlandahúsið um at vísa norðurlendskar filmsperlur, sum Filmsfelagið KLIPP hevur á skránni. Hetta samstarv heldur fram í 2014.

ORÐloysing! var eisini eitt serligt samstarv, vit fingu í lag. Fýra fólk frá Hyggefactory í Danmark vitjaðu bókasavnið og skipaðu fyri eini filmsverkstovu fyri einum 25 næmingum, sum ganga á lista-og dramabreytini í Skúlanum við Løkin. Tey gjørdu stuttfilmar um evnið ´sorg, og at missa foreldur´. Filmarnir vóru vístir til alment tiltak í Løkshøll har prát, upplýsing, sangur og kjak var á skránni. Birgir Kruse hevði eina serliga framløgu um mentan, miðlar og miðling av mentanarligum tiltøkum. Eitt áhugavert kjak spurdist burturúr hesum. Eisini ein samrøða í útvarpssendingini In mente var um hetta tiltakið. Hetta var eitt serliga áhugavert samstarv, tí tiltakið bjóðaði luttakarum at koma djúpri í evni enn undirhalds- ella kunnandi tiltøk vanliga kunnu bjóða.

Aðrir fyrilestrar hava eisini verið. Kim Simonsen ph.d. og Allan Dalsgarð, leiðari á Sendistovuni, hildu fyrilestrar hvør úr sínum sjónarhorni um evnið: Ímyndin av Føroyum og føroyska sjálvsmyndin. Leitanin eftir tí eksotiska og branding.

Almannaráðið hevði kunnandi fund um ´Sig frá verkætlanina´, sum var um at steðga harðskapi í parløgum og nærsambondum.

Annars hava vit havt nógvar vitjanir av dagstovnum, forskúla, frítíðarstovum, stovnum fyri børn og ung við serligum tørvi, eldrafeløgum og sjálvandi skúlabørnum og tí vanliga lánaranum.

Sjónligheit

Tiltøk og mentanarligt virksemi hava eitt virði í sær sjálvum. Men hetta skapar eisini umtalu og gevur fyriskiparanum høvi at gera vart við seg. Hetta hava vit roynt at verið tilvitað um, soleiðis at vit hava lýst og umtalað okkara tiltøk. Vit hava lagt dent á at skriva á heimasíðuna www.lokin.fo , sent tíðindaskriv út til føroyskar miðlar og bjóða okkum fram til samrøður í føroysku loftmiðlunum. Hetta hevur samanumtikið eydnast væl. Vit hoyra mangan frá borgarum, at tey hava hoyrt ella lisið um tiltøk á bókasavninum. Á henda hátt hava vit vunnið okkum rúm í tilvitskuni hjá føroya fólki.

Ein kanning, sum Gallup hevur gjørt á heysti 2013 fyri bókasavnið, vísir nøkur áhugaverd tøl. Bókasavnið við Løkin vildi vita, hvussu nógvir føroyingar kendu til bókasavnið, og hvussu nógv higartil hava verið á vitjan. Eitt av úrslitunum er, at 38 % av øllum føroyingum og 65 % av øllum eysturoyingum vita, at Bókasavnið við Løkin er eitt alment bókasavn, sum er opið fyri øllum. Og av øllum eysturoyingunum siga 22 % seg eisini hava vitjað bókasavnið. Hetta eru nøktandi tøl, um hugsað verður um, at vit einans hava hálvt annað ár á baki. Spennandi verður at samanbera við nýggja kanning um eitt ár.

Í 2013 fekk bókasavnið eisini búmerki og heimasíðu. Hetta skapar eisini sjónligheit og er við til at geva eina mynd av bókasavninum. Adressan til heimasíðuna er www.lokin.fo, og liggur eisini frágreiðing um búmerkið.

Økt útlán og øktan bókastovn

Eins og listin við tiltøkum er fjølbroyttur, so sæst málið um fjølbroytni eisini aftur í bókainnkeypinum í 2013. Vit hava roynt at endurnýggja bókastovnin breitt, so at flestu lánarar kunnu finna viðkomandi bøkur og tilfar. Í løtuni hava vit fyrst og fremst føroyskt og danskt tilfar. Vit eru byrjað at keypa enskt og ætla serliga at økja um henda stovn í 2014.

Hugagóð hagtøl

Ársskiftið er tíðin, har hagtøl verða gjørd upp. Vanliga hava bókasøvn mett um árið, ið fór, við at hyggja at talinum á bókum í savninum og talinum á útláni. Men samstundis, sum bókasøvn hava fingið øðrvísi og breiðari leiklut, er týdningarmikið at meta um avrik og virksemið eftir øðrum málistokki eisini. Avrik mugu metast í mun til endamál og málsetning. Hetta hava vit roynt við at seta okkum tey trý málini, sum eru nevnd fyrst í greinini: skapa samstørv, fjølbroytni og sjónligheit. Hetta hava mett ársavrikið eftir.

Hyggja vit tó at teimum turru tølunum, so er okkurt áhugavert at taka fram. Saman við skúlabókasavninum við Løkin og í Glyvra skúla eiga vit uml 28.000 eintøk av bókum. Lánið er vaksið frá 10.965 lán í 2012 til heili 15.477 í 2013. Hetta risalopið hevur tvær orsøkir. Ein er tann, at nógv skúlatilfar er skrásett í skipanini í 2012. Samlaða útlánið hækkar tískil eisini orsakað av láni hjá skúlanæmingum. Hin orsøkin er tann, at 2013 er fyrsta heila árið, har vit hava havt alment opið frá klokkan 13.00 – 18.00 gerðandisdagar. Tí er atkomuligheitin munandi lættari enn fyrr, og almenna útlánið er tískil økt munandi.

Samanumtikið eru vit sera væl nøgd við árið 2013, og vóna at vera ein viðkomandi mentanar- og vitanarstovnur hjá borgarunum eisini í 2014.

27. januar 2014

Svend Højgard, leiðari

Bókasavnið við Løkin, Fartelefon: 288900, Teldupostur: svend@runavik.fo