Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sepp Blatter vitjar í Føroyum

Tað er ikki smávegis vitjan, FSF hevur í løtuni, nú forsetin í altjóða fótbóltssambandinum FIFA vitjar í Føroyum.

Joseph Sepp Blatter er 76 ára gamal, ættaður úr Sveits, og situr nú sum áttandi forseti í FIFA, altjóða fótbóltssambandinum. Hann varð valdur eftir tann gitna Joao Havelange í 1998 og varð afturvaldur í 2002, 2007 og 2011.

Upprunaliga er hann útbúgvin innan fíggjarfrøði frá Universitetinum í Lausanne. Hann hevur verið samskiftisleiðari hjá sveitsiska ferðaráðnum, formaður fyri sveitsiska íshockeysambandinum og var umboð í ráðnum fyri olympisku leikirnar.

Hann hevur arbeitt fyri FIFA heilt síðan 1975, fyrst sum tekniskur leiðari og sum generalsekreterur, áðrenn hann varð valdur til forseta í 1998.

Sepp Blatter kom til Føroya í gjár seinnapartin. Um kvøldi var FSF vertur fyri einum døgverða í Kirkjubø. Undir vitjanini skuldi hann sjálvandi hitta FSF og síggja Tórsvøll. Í dag seinnapartin verða FSF og Tórshavnar kommuna vertir fyri eini máltíð í Múllers Pakkhúsi.

Í dag frá kl 10 er so hátíðarhald á Tórsvølli, har FSF-forsetin Christian Andreassen, løgmaður Kaj Leo Johannesen, borgarstjórin Heðin Mortensen og FIFA-forsetin siga nøkur orð, og FIFA-forsetin fer at avdúka eina plátu og klippa ein snór. Aftaná er ætlanin at hesir nevndu til undirhalds skulu skjóta uppá mál hjá Jákupi Mikkelsen.

Í dag verður vitjað í Tinganesi og kl 10 bjóðar landsliðið vælkomin á Tórsvøll. Tíðindafundur verður kl 11.45 í FSF-húsinum.

Kelda: www.torshavn.fo