
Sent boð eftir semingsfólkum
Tíðindaskriv frá maskinmeistarafelagnum: Á samráðingarfundi í dag millum Fíggjarmálaráði og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið øðrumegin og Maskinmeistarafelagið hinumegin varð staðfest, at ikki ber til at fáa eina semju í lag.
Fíggjarmálaráðið boðaði frá, at tað krevur ein lønarniðurskurð upp á 4 %, meðan Maskinmeistarafelagið heldur fast við upprunaliga kravið um at lønin hækkar 1. okt. 2011 við 2,9 % og aftur 1. okt. 2012 við 3,4 %.
Partarnir samdust tí um, at hittast í morgin kl 10 til at velja semingsfólk. Maskinmeistarafelagið hevur á fundi í dag kunnað hini feløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum um støðuna.