
Seniorlið 80+ við futti í í Fimi
Mann trýr at tað er tann brennandi lygn, tá mann sær tey spíla seg út á gólvinum í Fimi, at meðalaldurin á seniorliðinum er yvir 80 ár. Og talan er ikki bara um nøkur fá - tað eru tvey lið, sum telja eini 85 fólk.
Hesar venjingarnar eru fyri heimabúgvandi pensjónistar í Tórshavnar kommunu, sum ynskja at betra um heilsuna, fyribyrgja falli og viðlíkahalda førleikar.
Venjingin hevur sum endamál at betra um styrki, fimi, javnvág og konditión, við tí fyri eyga at geva vælveru og lívsgleði.
Rørslurnar eru samansettar av javnvág-, styrki- og toyggjandi venjingum, sum verða samantvinnaðar við andadráttin. Kropsburður, javnvág og fimi betrast, og tey venja allan kroppin. Ein partur av venjingini er liggjandi á gólvi og tað eru tað sera góðar umstøður at venja í Fimi-høllini.
Umframt at venjingarnar eru við til at betra um førleikar, so er eisini tann sosiala samveran ein týðandi partur av tí at trívast sum menniskju. Tí verður skipað fyri einari hugnaløtu aftaná venjingarnar einaferð um vikuna, har øll hittast til eina góða máltíð og eitt gott prát.
Talan er um venjingar við ergo- og fysioterapeutum frá Heimavitjunartænastuni. Øll verða kannað undan og eftir skeiðini, og latið verður sera væl at, hvussu konditalini eru betrað og hvussu nógv, fólk yvirhøvur kenna seg betur.
Tey, ið hava áhuga at luttaka, kunnu fáa umsóknarblað á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu undir "Sjálvgreiðslu" og "Eldraøkið", men til ber eisini at vitja inn í Snarskivuna og fáa eitt umsóknarblað. Til ber eisini at senda teldupost til venjing@torshavn.fo