Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sendistovan í Moskva lat upp

Í gjár 10. mars lat sendistova Føroya í Moskva formliga upp. 

Føroyar og Russland hava samstarvað innan fiskivinnu í mong ár. Seinastu árini er føroyski útflutningurin til Russlands og Eysturevropa tó vaksin nógv. Landsstýrið hevur í fleiri ár virkað fyri at betra um handilssambondini við Russland. Málið er nú ein meira víðfevndur handilssáttmáli millum londini, og sendistovan er ein týdningarmikil liður í at røkka hesum. 

Bjørn Kunoy, løgfrøðiligur ráðgevi á Løgmansskrivstovuni, er tilnevndur sendiharri. Uppgávurnar hjá sendiharranum eru at umboða áhugamálini hjá Føroya Landsstýri í Russlandi, umframt at virka fyri betri handilsligum viðurskiftum og at styrkja tey mentanarligu sambondini millum londini. Á sendistovuni starvast tvey fólk. Umframt sendiharran, starvast ein russiskur skrivari.

Seinni í vár verður móttøka á sendistovuni í Moskva, fyri at hátíðarhalda, at sendistovan er latin upp.