Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Semja við Maskinmeistarafelagið

Í farnu viku gjørdu Føroya Arbeiðsgevarafelag og Maskinmeistarafelagið semju um nýggjan sáttmála galdandi frá 1. juni 2016 til 31. mai 2018. 

Semjan hevur við sær eina lønarhækking á 2,2 % 1. juni í ár og 2,3 % 1. juni 2017, umframt aðrar tillagingar í sáttmálanum. 

Semjan er sostatt á sama støði, sum semjan við arbeiðarafeløgini, sum varð gjørd fyrst í mai.