Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Semja við ES nú formliga staðfest

Evropanevndin hevur í dag, við brævið til løgmann og landsstyrismannin í fiskivinnumálum, formliga váttað semjuna við landsstýrið um at seta handilstiltøkini úr gildi.

Partur av semjuni er, at bæði gerðarrættarmálini, ið landsstýrið hevur lagt ímóti ES, við støði í ávikavist havrættarsáttmálanum hjá ST og WTO rættinum, verða niðurløgd fyribils nú beinanvegin, og síðani endaliga steðgaði, tá handilstiltøkini formliga eru sett úr gildi.

Handilstiltøkini verða væntandi sett úr gildi um miðjan august.