Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Semja uttan vinnarar

- Lønarbroytingin er stórt sæð tann sama, sum stóð Pedagogfelagnum í boði upprunaliga, og avtalan um fyrireikingartíð er at kalla tann sama, sum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið beyð teimum, sigur Heðin Mortensen, formaður í KAF, sum fegnast um semjuna, men sum ikki metir, at nakar vinnari var í hesum stríðnum.

Heðin Mortensen fegnast um, at ein loysn er funnin á trætuni, og at viðurskiftini nú verða normaliserað aftur, nú fólk fara aftur til arbeiðis í morgin og stovnarnir aftur fáast at virka sum vanligt.

Avtalan er annars soljóðandi:

Verandi sáttmálar verða framlongdir til tann 1. oktober í 2013.

Lønirnar verða sum í hjáløgdu lønartalvum.

Orðið “sambúgvi” verður sett inn í grein 17, stk. 3 í pedagogsáttmálanum og grein 9, stk. 1 í hjálparfólkasáttmálanum.

Frá 1. apríl 2012 verða 12% av gjøldunum fyri ólagaliga arbeiðstíð goldin í frítíðarløn. Frítíðarárið 2. mai 2012 til 1. mai 2013 verður viðgjørt sum frammanundan. Frá 2. mai 2013 fáa pedagogar ikki gjøld fyri ólagaliga arbeiðstíð í frítíðini, men fáa í staðin 12% útgoldið 2. mai.

§ 15, stk. 2 í sáttmálanum fyri pedagogar verður soljóðandi : “Stk. 2. Tey, ið eru sett eftir hesum sáttmála, eiga rætt til serstakt frítíðarískoyti svarandi til 1,5% av allari árslønini í undanfarna innvinningarárinum og 12% av útgoldnari yvirtíðarløn. Frá 1. apríl 2012 verða 12% í frítíðarløn av gjøldum fyri ólagaliga arbeiðstíð goldin í grunn.“

Í sáttmálanum fyri hjálparfólk kemur inn nýtt stk. 4 í § 11: „Frá 1. apríl 2012 verða 12% í frítíðarløn av gjøldum fyri ólagaliga arbeiðstíð goldin í grunn.“

Í avtaluni fyri tænastumannasettar pedagogar kemur inn nýtt stk. 2 í § 9: „Frá 1. apríl 2012 verða 12% í frítíðarløn av gjøldum fyri ólagaliga arbeiðstíð goldin í grunn.“

§ 10 Tíð til annað arbeiði verður orðað soleiðis:

Hjá pedagogum og hjálparfólki á dagstovnum skal tíð setast av til at fyrireika og eftirmeta pedagogiska arbeiðið.

Stk. 2: Hjá pedagogum á dagstovnum kann ein tími í miðal um vikuna brúkast til at fyrireika pedagogiska arbeiðið. Leiðarin á stovninum hevur ábyrgd av tilrættaleggingini av hesum arbeiðnum. Viðvíkjandi foreldrafundum og starvsfólkafundum verður skipanin sum higartil.