
Semja undirskrivað við Finansforbundet
Nýggjur tvey ára sáttmáli er gjørdur fyri starvsfólk, sum starvast í BankNordik, Trygd og Skyn.
Týskvøldið 21. mars undirskrivaði Føroya Arbeiðsgevarafelag og Finansforbundet nýggjan tvey ára sáttmála. Partarnir vóru samdir um eina lønarhækking á 2,2% 1. árið og 2,3% 2. árið.
Harumframt varð gjørd ein avtala um víðkaða arbeiðstíð, umframt aðrar broytingar og tillagingar í sáttmálanum. Semjan er treytað av endaligari góðkenning frá báðum pørtum.
Talan er um sama karm, sum semja hevur verið um á privata arbeiðsmarknaðinum í hesi samráðingarrunduni, sum byrjaði 1. mai 2016.