Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Semja um gerðarrættar dómarar

Føroyar og ES eru samd um, hvørjir dómarar skulu manna gerðarrættin, ið skal taka støðu til, um handilstiltøkini hjá ES eru brot á altjóðarættarligu samráðingarskylduna.

Føroyar og ES eru samd um, at gerðarrætturin verður mannaður av Thomas Mensah úr Ghana, fyrrverandi dómari og formaður í altjóða havrættar dómstólinum í Hamburg, Christopher Pinto úr Sri Lanka, fyrrverandi aðalskrivari í gerðarrættinum, ið varð settur á stovn í sambandi við diplomatisku kreppuna millum US og Iran í 1979. Triðji dómarin er Rüdiger Wolfrum úr Týsklandi, dómari og somuleiðis fyrrverandi formaður í altjóða havrættar dómstólinum í Hamburg. Harumframt telur gerðarrætturin eisini gerðarrættar dómararnar, sum Føroyar og ES hvør í sínum lagi hava útnevnt, ávíkavist Francisco Orrego Vicuna úr Kili og Gerhard Hafner úr Eysturríki.

Gerðarrætturin hevur sætið í Haag, í hølunum hjá Permanent Court of Arbitration, ið fer at standa fyri øllum skrivstovu tænastum í sambandi við gerðarrættarmálið.