Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Semja um dagrøktarar

Hósdagin skrivaðu Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Arbeiðarafelag undir semju um dagrøktarar.
 
Sáttmálin er endurnýggjaður frá 1. oktober 2017 til 1. oktober 2019, og lønarhækkanin liggur á sama støði sum hjá dagrøktarunum, ið eru settir sambært sáttmála okkara við Starvsmannafelagið.
 
Enn eru onkrar seravtalur eftir at gera millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og einstøk fakfeløg, men við semjuni, ið júst er gjørd við Føroya Arbeiðarafelag, hevur Kommunala Arbeiðsgevarafelagið loksins gjørt semju um endurnýggjan av øllum kommunalu sáttmálunum.
 
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið fer nú undir at fyrireika seg til sáttmálasamráðingarnar, sum byrja í heyst. 
 
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið