Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Semja um arbeiðarasáttmálarnar

Nýggju sáttmálarnir eru í gildi til 1. mai 2018.  

Beint fyri midnátt fríggjakvøldið 6. mai undirskrivaðu Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini, Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Hav​nar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, undir nýggjan 2-ára sáttmála.

Umframt tillagingar í sáttmálunum hevur semjan við sær eina lønarhækking á 2,65 kr hin 1. mai 2016 og á 2,60 kr hin 1. mai 2017. Harafturat verður 11-ára starvsaldur settur inn 1. mai 2017. Hesar hækkingar svara til ein karm á 2,2 % fyrra árið og 2,3 % seinna árið.