Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Á myndini eru Eli Brimsvík, Sofus Joensen, Palli Djurhuus (formaður í Landsfelag Handverkaranna), Henry Olsen (formaður í Føroya Handverkarafelag), Jørgen Niclasen og Snorri Fjallsbak.

Semja millum øðrumegin Fíggjarmálaráðið og hinumegin Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna 2011

1. Sáttmálaskeið

Sáttmálin verður endurnýggjaður fyri tíðina frá 1. oktober í 2011 til 1. oktober í 2013.

2. Lønarhækkanir

Tann 1. oktober í 2011 hækka allar mánaðarlønir 220 kr., og tann 1. oktober í 2012 hækka tær aftur 220 kr.

3. Aðrar broytingar** Inn verður sett nýggj grein:

§ 7 a. Vaktarskylda

Tá ið handverkari verður settur í starv ella er í starvi, sum fevnir um ávísa vaktarskyldu ella ávísa telefonvakt, skal avtala verða gjørd um, hvørja samsýning, handverkarin skal hava. Samsýningin kann vera veitt sum løn ella sum avspákan. Tá ið mett verður um samsýningina, verður tikið við alt tað, sum hevur týdning, so sum, hvat verður kravt av handverkaranum, hvussu ofta nakað kemur fyri, og tradisjónirnar í fakinum. Slíkar avtalur verða at senda Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum til góðkenningar. Henda áseting kemur í gildi frá 24. apríl 2012 at rokna.

Í grein 3 verður sett inn nýtt stk. 5, ið er soljóðandi: Handverkari, sum er leiðari hjá øðrum handverkarum, verður løntur við einari løn, sum svarar til 6 eyka stig í lønartalvuni, sí hesa.** 4. Ígildiskoma

§ 23 verður soljóðandi: Hesin sáttmáli er galdandi frá 1. oktober í 2011, og báðir partar kunnu siga hann upp við 3 mánaða freist, tó í fyrsta lagi til 1. oktober í 2013.

5. Dagføring

Lønartalvan er dagførd eftir omanfyristandandi.

 

Á Argjum tann 24. apríl í 2012

Føroya Handverkarafelag

Landsfelag Handverkaranna

Fíggjarmálaráðið