Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Semja millum Kost- og føðslufelagið og Fíggjarmálaráðið

Fíggjarmálaráðið og Kost- og føðslufelagið hava í dag undirskrivað semju, um ein 4 ára sáttmála, galdandi frá 1. oktober 2020 til 1. oktober 2024.

Semjan hevur við sær, at lønirnar hækka soleiðis:

Tann 1. januar 2021 hækka lønirnar við 2,05 %.
Tann 1. oktober 2021 hækka lønirnar við 1,25 %.

Tann 1. oktober 2022 hækka lønirnar á stig 19 til og við stig 33 hækka við 690 krónum, og lønirnar omanfyri stig 33 hækka við 490 krónum. Samstundis lækkar eftirlønargjaldið úr 15,8 % niður í 15%, umframt at endalønirnar hjá ymisku útbúgvingarbólkunum og hjá leiðarum verða tillagaðar.
Tann 1. oktober 2023 hækka lønirnar við 2,75 %.

Umframt lønarbroytingarnar eru ymiskar broytingar gjørdar í sáttmálunum millum partarnar og lønartalvurnar eru broyttar, so lønargongdin hjá hvørjum útbúgvingarbólki er greitt markað.

Semjan sæst her.