Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Semja millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Maskinmeistarafelagið

Aftaná drúgvar samráðingar millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Maskinmeistarafelagið skrivaðu partarnir fyri løtu síðani undir semju. 


Semjan byggir á eina lønarhækkan á 2,3 % fyrra árið. Seinna árið verður nýggj lønartalva tikin í nýtslu og samanumtikið svarar samlaða lønarhækkanin til á leið tann karmin, ið upprunaliga varð lagdur, tá almenni arbeiðsmarknaðurin fór undir samráðingar í fjør. Semjan inniber somuleiðis fleiri dagføringar av orðingum í sáttmálanum umframt einstakar dagføringar av lønum hjá vaktmeistarum á Sundsverkinum og umflokking av einum starvi á Vágsverkinum. 


Kommunala Arbeiðsgevarafelagið fegnast um semjuna og heldur nú áfram við samráðingum við heilsurøktarar, handverkarar og dagrøktarar.