Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Semja millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið øðrumegin og Heilsurøktarafelagið hinuvegin

Seinnapartin fríggjadagin, skrivaðu almennu arbeiðsgevararnir og Heilsurøktarafelagið undir 2 ára semju.
  
Umframt lønarhækkan inniber semjan millum annað eftirløn svarandi til 5 % til tímalønt,
broyting av flokkingum hjá deildarleiðarum, eitt eyka lønarstig í lønarskalanum hjá vanligum heilsurøktarum og dagføring av sáttmálaásetingini um barsil. 
 
Harumframt hava sáttmálapartarnir avtalað at seta ein arbeiðsbólk at kanna í hvønn mun, tað er møguligt hjá heilsurøktarum at verða settir við hægri setanarbrøki og/ella fullum setanarbrøki.