Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Semja millum Føroya Tekniska Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið

Týsdagin 9. apríl gjørdi Fíggjarmálaráðið sáttmála við Føroya Tekniska Lærarafelag fyri tíðarskeiðið 1. oktober 2017 til 30. september 2020.

Lønirnar hækka 2,25 % tann 1. oktober 2017 og 2,25% tann 1. oktober 2018.

Tann 1. august í ár verða broytingar gjørdar í arbeiðstíðarreglunum.

Fyrireikingartíðin hjá lærarum, ið undirvísa á lærlingaútbúgvingunum innan handverk, hækkar. Samstundis verða gjørdar aðrar broytingar, ið hava við sær, at arbeiðstíðarreglurnar verða meira smidligar.

Fíggjarmálaráðið  9. apríl 2019