Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Semja millum Fíggjarmálaráðið og Ljósmøðrafelag Føroya

Fyri lítlari løtu síðan skrivaðu partarnir undir semju. Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum bjóðaði Ljósmøðrafelag Føroya til fundar í morgun at viðgera ymiskar loysnir, og endaði hetta við, at partarnir fyri løtu síðan undirskrivaðu 3 ára lønarsáttmála.

Talan er um ein 3 ára sáttmála, galdandi frá 1. okt. 2017 til 1. okt. 2020.

1.okt. 2017 hækkar mánaðarlønin 0,6%
1.okt. 2018 hækkar mánaðarlønin 1,2%.
1.okt. 2019 hækkar mánaðarlønin 1,8%.

Hartil eru broytingar í sokallaðari skalagongd, ið gera, at endalønin hjá ljósmøðrum hækkar øll 3 árini.

Samlaða lønarhækkingin er mett at kosta 8,475% samanlagt yvir 3 ár. Harav triðja árið liggur áleið tað sama sum privati arbeiðsmarknaðurin hevur samtykt í undanfarnum sáttmálum.

Eisini fevnir semjan um, at møguligar tímaløntar ljósmøður framyvir fáa eftirløn av løn síni.
Hartil eru aðrar broytingar í sáttmálanum. Eitt nú er ásetingin um ferðaendurgjald til avloysarar strikað. Eisini eru tvey protokollat løgd afturat sáttmálanum, ið viðvíkja komandi samráðingum og dagføring av sáttmála.

Fíggjarmálaráðið