Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Semja millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag

Fíggjarmálaráðið gjørdi týsdagin tríára sáttmála við Føroya Skipara- og Navigatørfelag fyri tíðarskeiðið frá 1. oktober 2019 til 1. oktober 2022.

Semjan er fyri navigatørar, ið sigla við skipunum hjá Strandfaraskipum Landsins og Havstovuni. Hækkingarnar í løn og eftirløn eru á sama støði sum hjá øðrum feløgum, ið hava gjørt semju fyri hetta tíðarskeiðið.

Avtala er eisini gjørd um, hvussu navigatørstørvini umborð á nýggja havrannsóknarskipinum, Jákup Sverri, og nýggju tríkiljuni verða lønt.