Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Semja millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag

Dan Klein --- 27.01.2018 - 09:00

Fíggjarmálaráðið hevur í gjár gjørt sáttmála við Føroya Lærarafelag fyri tíðarskeiðið 1. oktober 2017 til 1. oktober 2019.

Lønirnar hækka 2,3% tann 1. oktober 2017 og 2,5% tann 1. oktober 2018. Hesar hækkingar samsvara við tað, ið landsstýrið hevur sett av til lønarhækkingar komandi tvey árini.

Nýtt í semjuni er, at fyri nýútbúnan lærara, sum fyrsta árið er í starvi, verða játtaðir 40 tímar til samstarv við royndan lærara, soleiðis at hesin fær eina betri byrjan í lærarastarvinum.

Ásetingarnar um barnferð, sum vóru avtalaðar við Starvsmannafelagið áðrenn jól, eru eisini avtalaðar við Lærarafelagið. Tað merkir m.a., at kvinnur løntar eftir sáttmálunum við Lærarafelagið altíð hava rætt til 24 vikur við løn eftir barnsburð.

Harumframt eru aðrar ávísar tillagingar gjørdar í sáttmálatekstinum.

Fíggjarmálaráðið 25. januar 2017