Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Semja millum Fíggjarmálaráðið og Ergoterapeutfelagið

Fíggjarmálaráðið gjørdi tann 10. november 2016 eina 2 ára semju við Ergoterapeutfelagið. 

Semja er um, at sáttmálin verður endurnýggjaður fyri sáttmálaskeiðið frá 1. oktober 2015 til 1. oktober 2017. 

Tann 1. oktober 2015 hækkar mánaðarlønin 2,25% og tann 1. oktober 2016 hækkar lønin 1,9%. Hetta er innanfyri sama karm, sum hevur verið galdandi í samráðingunum við hini feløgini. 

Partarnir hava eisini gjørt avtalu um ískoyti til §4 um, at Ergoterapeutur, sum hevur lokið prógv sum praktikvegleiðari, fær 1250,- um mánaðin í viðbót tað tíðarskeiðið, hon virkar sum praktikvegleiðari. 

Eisini eru ymsar dagføringar gjørdar í sáttmálanum. 

Semjan kann heintast her: http://cdn.lms.fo/media/8702/semja-ergoterapeutfelagið-ískoytisavtalur.pdf