Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Semja millum Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið

Dan Klein --- 14.09.2018 - 08:07

Semja var í gjár undirskrivað millum Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið.

Semjan merkir, at mánaðarlønin hækkar 2,3 % tann 1. oktober í 2017 og 2,5 % tann 1. oktober í 2018.

Umframt lønarhækking, eru nakrar broytingar gjørdar í sáttmálanum:

Ásetingarnar um barnferð eru broyttar eins og í øðrum semjum, ið eru gjørdar hetta skeiðið. Tað merkir m.a., at kvinnur løntar eftir sáttmálanum altíð hava rætt til 24 vikur við løn eftir barnsburð.

Nýggj flokking er ásett fyri fulltrúar við 4½ ára útbúgving. Talan er til dømis um master útbúgvingar uttanfyri Danmark.

Harumframt eru ásetingarnar um starvs- og lønaraldur og um serfrøðingar gjørdar greiðari.

Fíggjarmálaráðið, tann 13. september 2018.