Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Semja gjørd við Hjálparlæknaráð Føroya

Fíggjarmálaráðið gjørdi tann 25. november 2016 eina 2 ára semju við Hjálparlæknaráð Føroya. Semja er um, at sáttmálin verður endurnýggjaður fyri sáttmálaskeiðið frá 1. oktober 2015 til 1. oktober 2017. 

Tann 1. oktober 2015 hækkar mánaðarlønin 2,25% og tann 1. oktober 2016 hækkar lønin 1,9%. Hetta er innanfyri sama karm, sum hevur verið galdandi í samráðingunum við hini feløgini. Partarnir hava gjørt avtalu um barnsburðafarloyvi, Phd viðbót og ein útbúgvingardag. 

Eisini eru ymsar dagføringar gjørdar í sáttmálanum. Semjan kann heintast her: http://cdn.lms.fo/media/8744/hj%C3%A1lparl%C3%A6knar%C3%A1%C3%B0-f%C3%B8roya-semja.pdf