Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Semja gjørd um nólsoyarleiðina

- Eg havi í morgun tosað við Strandferðsluna, og vit komu til eina semju um nólsoyarleiðina, sigur Jónsvein Lamhauge, havnameistari.
 
- Av tí at Strandferðslan ikki hevði roknað við einari regulering fyri Ternuna í ár, hava vit avtalað, at reguleringin fyri í ár upp á kr. 38.000.- verður útsett til aftan á nýggjár.
 
- Við hesum rokna vit við, at skerjingin í túratalinum til Nólsoyar verður tikin aftur, sigur Jónsvein Lamhauge, havnameistari, í stuttari viðmerking.