Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Semingsuppskotið góðtikið

Báðir partar góðtóku semingsuppskotið fríggjadagin 5. juni og hava undirskrivað ein tvey ára sáttmála. 

Semingsmaðurin Terje Sigurðsson legði mikukvøldið 3. juni eitt semingsuppskot fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag og arbeiðarafeløgini.
 
Báðir partar hava í dag sagt ja til semingsuppskotið og hava undirskrivað ein tvey ára sáttmála.
 
Avtalaðu lønarhækkingarnar eru hesar:
1 . august 2020 hækkar lønin 1,25%
1 . august 2020 hækkar eftirlønin 1%
1 . mai 2021 hækkar lønin 1,25%
 
Hækkingin í løn og eftirløn kemur ikki í gildi 1. mai sum vanligt, men er útsett til 1. august. Seinkaða lønarhækkingin í 2020, og tað, at ein partur av hækkingini er eftirløn, sum ikki hevur sama kostnað fyri arbeiðsgevaran sum ein lønarhækking, ger, at samlaði karmurin hetta sáttmálaskeiðið er 2,98%.