Semingsuppskotið góðtikið
Semingsmaðurin Terje Sigurðsson legði fríggjakvøldið kl. 22.00 semingsuppskot fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag og arbeiðarafeløgini.
Semingsuppskotið varð vrakað á middegi í gjár, men eftir samráðingar var nýtt uppskot lagt fram, sum báðir partar góðtóku.
Sáttmálarnir eru sostatt longdir í tvey ár.
Lønarhækkingarnar, sum avtalaðar eru, eru hesar:
1. mai 2018 Lønin hækkar við kr. 3,25 um tíman
1. mai 2019 Lønin hækkar við kr. 3,30 um tíman
Harafturat eru aðrar broytingar í sáttmálanum, eitt nú í viðbótum fyri starvsaldur. Hetta gevur eina samlaða lønarhækking á 5,82% yvir 2 ár.