Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Semingsstovnurin og semingslógin týdningarmikil fyri alt føroyska samfelagið

Viðmerking frá Føroya Arbeiðsgevarafelag ísv. broytingaruppskot til semingslógina.

Grundleggjandi endamálið við semingslógini er at tryggja, at samfelagið sum heild ikki líðir undir, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum eru ósamdir – endamálið er ikki at vera ein tænasta fyri partarnar á arbeiðsmarknaðinum.

Tann semingslóg, sum er galdandi í dag, er frá 1928. Føroyar høvdu tá ongan serføroyskan arbeiðsmarknað, og høvdu ikki ein tílíkan fyrrenn við heimastýrislógini í 1948. Lógin var samtykt serstakt fyri Føroyar, men var tó sera lík donsku semingslógini. At arbeiðsmarknaðurin varð yvirtikin í 1948 førdi hvørki tá ella síðani við sær, at semingslógin varð broytt.

Tað er sostatt í grundarlagnum fyri donsku semingslógini, at vit eiga at finna orsøkina til, at vit hava eina semingslóg. Okkara arbeiðsmarknaður er soleiðis skipaður, at nógv verður latið upp til partarnar á arbeiðsmarknaðinum at avtala og semjast um, og tað verður bert lóggivið í avmarkaðan mun. Júst semingsstovnurin er eitt økið, har almennu Føroyar hava so mikið stóran áhugað í eini vælvirkandi skipan, at hann er skipaður við lóg. Stovnurin er ikki til fyri arbeiðsmarknaðin, men fyri samfelagið sum heild. Hetta er eisini støðan í Danmark, har semingsstovnurin fult og heilt verður rikin av tí almenna, og har partarnir á arbeiðsmarknaðinum ikki rinda nakað ísv. seming.

Tað er onki at ivast í, at broytingar eru tiltrongdar í semingslógini. Gongdin síðan 1948 hevur havt við sær, at semingslógin bert er galdandi fyri partar av arbeiðsmarknaðinum. Almenni arbeiðsmarknaðurin er ikki fevndur av lógini, og semingsfólkini hava harafturat mett, at onkrir partar av privata arbeiðsmarknaðinum heldur ikki eru fevndir. Tað er tískil bara privati arbeiðsmarknaðurin, sum nýtir alment tilnevndu semingsfólkini, meðan almenni arbeiðsgevarin nýtir privatar semingsmenn, sum verða valdir av pørtunum frá ferð til ferð.

Semingsstovnurin er harafturat veikur í verandi lóg. Bert ein semingsmaður og ein varasemingsmaður eru tilnevndir við lógini. Hesir røkja semingsmannagerningin við síðuna av dagliga arbeiði teirra. Tað merkir, at lítil og eingin søgulig kunning er til taks, og at meiri frameftirvend arbeiði ikki verða gjørd. Ein veruligur semingsstovnur galdandi fyri allan arbeiðsmarknaðin eigur at verða settur á stovn, men hetta eigur at verða gjørt við skili, soleiðis at semingsstovnurin hevur neyðugu orkuna til allan arbeiðsmarknaðin. Eisini er týdningarmikið, at semingsfólkini arbeiða við hesum viðurskiftum millum semingsroyndirnar. Hetta átti at verið við til at tryggja meira samanhangandi viðurskifti, tá tað til seming kemur.

Sum nevnt omanfyri, skal semingslógin tryggja samfelagsvirðini, og tí er tað ein politisk uppgáva at syrgja fyri, at henda til eina og hvørja tíð skal vera so væl tilpassað samfelagnum, sum yvirhøvur gjørligt. Partarnir á arbeiðsmarknaðinum skulu sjálvsagt takast við í arbeiði, men í hesum førinum eiga teir ikki at hava vetorætt. Hetta orsakað av, at endamálið við semingslógini er ikki at hjálpa pørtunum at finna eina semju fyri partanna skyld, men fyri samfelagsins skyld. Tí liggur ábyrgdin fyri semingsstovninum hjá almennu Føroyum – eisini hin fíggjarligi parturin.