Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Semingsmaðurin boðsendur

Samráðingarnar millum Føroya Pedagogfelag og almennu arbeiðsgevararnar slitnaðu á málstrikuni. Seint í gjár sendi Pedagogfelagið boð eftir semingsmonnunum.

Samráðingarnar millum Føroya Pedagogfelag øðrumegin og lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin slitnaðu brádliga seinnapartin týsdagin, tí ósemja knappliga tók seg upp um útrokningarnar í sambandi við, at farast skal frá at rokna viðbøturnar fyri ólagaliga arbeiðstíð út í krónum og oyrum til í staðin at rokna tær í prosentum av lønini.

Eftir at hava loddað dýpið í gjár, kom Pedagogfelagið til ta niðurstøðu, at partarnir ikki einsamallir megnaðu at koma úr stað, og tí var Semingsstovnurin boðsendur.

Fundur verður við semingsmenninar seinnapartin í dag.

- Eg harmist um, at partarnir ikki sjálvir megnaðu at gera arbeiðið liðugt, tí vit vóru at kalla komin á mál týsdagin. Sáttmálin var prentaður út til undirskrivingar, tá eg varnaðist, at nakrar týðandi útrokningar ikki svaraðu til tað, vit hildu okkum vara samd um.Tað kann ljóða sum ein bagatell, men munurin hevur stóran týdning fyri okkum. Vit komu ikki longur týsdagin, og eftir at okkara advokatur í gjár hevði samband við mótpartin, máttu vit bara staðfesta, at semingsmenninir mugu upp í leikin, sigur Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag.

Hon hevur ikki hug at koma nærri inn á, hvat ítøkilga ósemjan um útrokningarhátt snýr seg um, tí hesin spurningurin nú verður ein partur av semingsroyndunum.

Kelda: www.pedagogfelag.fo