
Seming førdi til nýggjan sáttmála
TíðindaskrivSeinnapartin í gjár skrivaðu Føroya Reiðarafelag og Føroya Skipara- og Navigatørfelag undir semingsuppskot um nýggjan sáttmála, ið gongur fram til 1. apríl 2017.
Sáttmálabroytingarnar eru í flestu førum átøkar teimum, ið Reiðarafelagið hevur avtalað við Føroya Fiskimannafelag og Maskinmeistarafelagið.
Javnbýtisprosentið fyri par- og lemmatrolarar fer upp á 27% og javnbýtisprosentið fyri frystilínuskip verður frameftir 40%. Reiðskapsfrádrátturin hjá línuskipum verður strikaður; dagføringar verða gjørdar í umsitingini av inntøkutapstryggingini og frameftir fara fiskiskip ikki at útmynstra úr føroyskari havn um jólini.
Eisini eru serstakar ásetingar fyri tann partin av sáttmálanum, sum viðvíkir limunum í Føroya Skipara- og Navigatørfelag.
Føroya Reiðarafelag og Skipara- og Navigatørfelagið hava somuleiðis skrivað undir avtalu um fráboðanarfreist í sambandi við arbeiðssteðg. Avtalan er átøk teimum, ið aðrir partar á privata arbeiðsmarknaðinum hava gjørt.
“Í eini seming eru altíð viðurskifti, ið partarnir kundu hugsað sær annaleiðis og báðir partar hava verið noyddir at geva seg” sigur Anfinn Olsen, formaður í Reiðarafelagnum, sum kortini fegnast um, at sáttmálarnir eru komnir í hús: “Samráðingarnar hava verið drúgvar, men eg fegnist um, at tað eydnaðist at koma á mál, áðrenn makrelvertíðin veruliga er byrjað”.