Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sementfinalan – kanska tann besta higartil

Hálvfinalurnar í Sement vóru seinasta vikuskiftið, og nú bresta 7 finalistar saman, í tí sum sær út til at vera ein av sterkastu Sementfinalununum higartil.

Fleiri av mest spennandi bólkunum á føroyska tónleikapallinum spældu seg í finaluna seinasta fríggjakvøld og leygarkvøld, og enn er púra opið, hvør fer at standa eftir sum vinnari tá finalan er av leygarkvøldið 21. mai. 

Gø og Iron Lungs, ið endaðu á næstfremsta og triðfremsta plássi í finaluni í fjør, eru aftur við hesaferð, og skuldu tí á papírinum verið greiðir favorittar, men fleiri aðrir bólkar og solistar, ið veruliga hava gjørt um seg seinasta árið eru tó klárir at geva teimum skarpan gang. Eitt nú Bluesette, Lea Kampmann og Yóhanna, eins og Benjamin Rajani og BBiW vístu sera góðar dygdir í undanumførunum.

Finalan er leygarkvøldið 21. mai kl. 20, og atongumerki fáast á Reinsariid.fo