Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sement verður hetta vikuskiftið

Innleiðandi umfør í Sement eru hetta vikuskiftið, 10 føroyskir bólkar og einstaklingar skulu kappast um heitið besti nýggi bólkur í Føroyum, ein heiður, ið bólkar sum Hamferð, Guðrun & Bartal og Lyon & The Colour Storm hava vunnið áður.

Sement er kapping fyri bólkar og einstaklingar innan allar sjangrur, ið ikki hava givið nakað út áður. Hvør bólkur ella einstaklingur framførir í 15 minuttir, í minsta lagið 2 egin løg verða framførd.

Vinnarin fær gávubræv á tríggjar dagar í upptøkuhølunum hjá Bloch Studio, við tøkningi. Gávubrævið hevur eitt virði á umleið 17.000,- kr. Bloch Studio stuðlar ein part av upphæddini.

Vinnarin fær eisini eitt gávubræv á 3.000,- ið Simme Musikkhús letur.

Skráin fyri kvøldini er hendan:

Fríggjakvøld 
20.00 Figment Dwells
20.30 Roysningarnir
21.00 Rokkvi
21.30 Sissal
22.00 Konni Kass

Leygarkvøld 
20.00 In Paralell
20.30 Tummas Eivind & Hans Arni
21.00 Maibritt "Emjay"
21.30 Slýggj
22.00 Iron Lungs