
Selmar Nielsen afturvaldur sum formaður í Ráðgevarafelagnum
Nevndin í Ráðgevarafelagnum hevur nú skipað seg við Selmar Nielsen sum formanni og Eyðbjørn Brimnes sum næstformanni.
Aðalfundur var í Ráðgevarafelagnum 27. apríl og hósdagin 1. juni skipaði nevndin seg. Selmar Nielsen og Eyðbjørn Brimnes eru báðir afturvaldir sum ávikavist formaður og næstformaður í felagnum. Hinir nevndarlimirnir eru Árni Jakobsen, Rúni Abrahamsen og Svend Sivertsen.