![](/myndir/myndin-16626_r_705_0.jpg)
Selmar afturvaldur sum formaður í Ráðgevarafelagnum
Á nevndarfundi hósdagin í farnu viku skipaði nevndin í Ráðgevarafelagnum seg við Selmar Nielsen sum formanni og Eyðbjørn Brimnes sum næstformanni.
24. apríl var aðalfundur í Ráðgevarafelagnum og tá var nevndin afturvald. Á nevndarfundi í farnu viku skipaði nevndin seg við Selmar Nielsen sum formanni, Eyðbjørn Brimnes sum næstformanni. Í nevndini sita eisini Árni Jakobsen, Svend Sivertsen og Rúni Abrahamsen.