Sekstanáragomul í Føroyum: Hvussu er heilsustøðan?
-Firouz Gaini hugleiðir um ítrótt:
Sambært kanningini ‘Ungfólk 2012’, sum umfataði 540 føroysk ung (276 gentur og 264 dreingir) fødd í 1996 (fimm prosent vóru tó eitt ár eldri ella yngri), hevur ítrótturin ein serligan leiklut í ungdómslívinum hjá teimum flestu. Men hvat vita vit í grundini um tey ungu í Føroyum? Hvussu vilja tey sjálv lýsa tilveruna og heilsuna? Og hvat kunnu vit brúka kanningarúrslitini til? Latið okkum hyggja eitt sindur nærri at nøkrum av úrslitunum úr ‘Ungfólk 2012’ (sum er eitt slóðbrótandi føroyskt-íslendskt granskingarsamstarv).
Fýra av fimm føroyskum ungdómum (níggjundafloksnæmingar skúlaárið 2011-12) siga seg hava góða (‘sera góða’ ella ‘góða’) likamliga heilsu, meðan einans fimm prosent siga seg hava ringa heilsu. Spurd um sína sálarligu (andaligu) heilsu, er svarmynstrið hitt sama: 80 prosent av teimum ungu lýsa heilsuna at vera ‘góða’ ella ‘sera góða’, meðan eitt lítil bólkur – seks prosent – tíverri hevur sálarligar trupulleikar, sum elva til ‘ringa’ heilsu.
Tá ung, av persónligum ávum, leita sær hjálp og stuðul frá vaksnum í nærumhvørvinum, so er tað lutfalsliga sjáldan, at tey venda seg til ítróttarvenjarar ella onnur úr ítróttarumhvørvinum. Hjá nøkrum kemst hetta natúrliga av, at tey ikki eru partur av nøkrum (skipaðum) ítróttarfelagi. Onnur, kann væl hugsast, kenna ikki nóg væl venjararnar til at brúka teir sum stuðul, tá ymisk persónlig viðurskifti níva. Meira enn fýra útav fimm ungdómum – 82 prosent – siga seg ongantíð hava leitað sær hjálp frá ítróttarvenjara seinastu 12 mánaðirnar. Einans 11 prosent siga seg hava gjørt tað meira enn eina ferð seinastu 12 mánaðirnar.
Tá vit nú tosa um heilsuna hjá ungdóminum, so kann tað vera forvitnisligt at knýta omanfyrinevndu úrslit til ein spurning úr kanningini, sum snýr seg um svøvn: ‘Hvussu nógvar tímar svevur tú vanliga um náttina?’ Tey flestu ungu hava, sambært kanningini, eina sunna ‘sovirútmu’. Tey flestu – 71 prosent – sova sjey-átta tímar í miðal hvørja nátt, men 13 prosent av teimum ungu siga seg sova í minsta lagi níggju tímar. Hvussu nógv ung, sum fáa sær ein blund seinnapartin – eftir skúlatíð – vita vit ikki.
Tosa vit um heilsu, so mugu vit eisini tosa um likamsrørslu. Og tað førir okkum beinleiðis til spurningin um ítrótt: ‘íðkar tú ítrótt ella likamsrøkt?’ Tað gera tey flestu, gamaní, men sera ymist er, hvat hin einstaki ger av ítrótti ella aðrari likamsvenjing. Ein fjóðringur sigur seg næstan ongantíð íðka ítrótt. Ein fimtingur sigur seg íðka ítrótt eina til tvær ferðir um vikuna. Ein annar fimtingur sigur seg íðka ítrótt ella likamsrøkt fýra til seks ferðir um vikuna, meðan tey ídnastu í hópinum – tey, sum hvønn einasta dag venja – telja næstan 17 prosent. Tá hesi úrslitini verða greinað saman við øðrum úrslitum úr somu spurnakanning, so kemur fram, at ein lutfalsliga stórur partur av ‘kroppsvenjingini’ ikki er knýttur at formligum ítróttarfelagi.
Tá spurningurin snýr seg um ítrótt í ítróttarfelagi (kapping ella venjing), tvs. einans um skipaða ítróttarvirksemið í landinum, so er úrslitið heilt øðrvísi. Heili 42 prosent siga seg næstan ongantíð taka lut í hesum. Og 17 prosent av teimum spurdu svara at tey ganga til ítrótt eina til tvær ferðir um vikuna. Ein fimtingur av teimu sekstanáragomlu íðkar ítrótt í ítróttarfelagi fýra til seks ferðir um vikuna, meðan ‘einans’ 11 prosent dagliga ganga til ítrótt. Síðstnevnda úrslit kann ikki sigast at vera heilt óvæntað, tí innan flestallar ítróttargreinir verður –av heilsuávum – mælt til at hava í minsta lagi ein ella tveir ‘frídagar’ uttan venjing um vikuna.