
Seks vilja vera nevndarlimir
NEVNDARVAL 2016: Áhugin at vera valdur í nevndina í Starvsmannafelagnum er óvanliga stórur hesaferð. Hetta varð greitt, tá ið uppstillingarfreistin var úti á miðnátt í gjárkvøldið
Tað verður rættulig kapping um nevndarsessirnar, sum standa fyri vali á áðalfundi Starvsmannafelagsins 5. mars. Sjáldan, um yvirhøvur nakrantíð fyrr, hevur áhugin, at stilla upp verið so stórur sum í ár.
Tríggjar kvinnur og tríggir menn bjóða seg fram, og skulu tey kappast um tveir nevndarsessir, sum standa fyri valið hesaferð.
Valevnini
Tey, sum stilla upp eru hesi:
• Gunnar Hjelm, starvast á Sjúkraflutningstænastuni á Landssjúkrahúsinum.
• Harald H. Haraldsen, starvast á Landssjúkrahúsinum.
• Alma Hansen, starvast á Tannlæknastovuni hjá Tórshavnar Kommunu.
• Karin Jacobsen, starvast hjá Tórshavnar kommunu.
• Jóngerð Simonsen, starvast á Akstovuni.
• Hilmar Augustinussen, starvast á Gjaldstovuni.
Nevndarlimir verða valdir fyri trý ár í senn, og frammanundan er greitt, at tveir nevndarsessir skulu mannast av nýggjum á aðalfundinum 5. mars.
Nevndarvalið verður á aðalfundinum í Norðurlandahúsinum 5. mars, og tá verður somuleiðis formansval á skránni.
Talgilt undanval
Sum nakað nýtt skipar Starvsmannafelagið hesaferð fyri talgildum undanvali til formans- og nevndarvalini. Hetta er eitt høvi hjá limum felagsins, ið ikki koma á aðalfundin at greiða atkvøðu.
Undanvalið byrjar 15. februar og til ber at velja til fríggjadagin 4 mars. kl. 15.
Limir, sum ætla at velja talgilt skulu fyrst venda sær til Starvsmannafelagið, har teir fáa nærri boð um mannagongdina. Skrivið eitt teldubræv til starvsmannafelag@starvsmannafelag.fo ella ringið 614868, 284868 ella 214768 og sigið frá um tit vilja atkvøða talgilt. Men sum sagt: í fyrsta lagi 15. februar!
Um limi av serligum grundum berst frá at velja talgilt og heldur ikki fer á aðalfundin, verður viðkomandi biðin um at venda sær til skrivstovuna, tó í fyrsta lagi 15. februar.